Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Konstruktivur interferensur

Dan Klein --- 09.10.2017 - 07:08

Perlur: Í greinini ”Fortíðin kemur ikki av sær sjálvari” skrivaði Páll Poulsen um konstruktivan interferens. Oyggjatíðindi 13. februar 2004:

Søguáhugaði fólk hava spurt um nøkur dømi. Her er eitt klokkuklárt dømi.. Í 10 kapittul skrivar Andras Mortensen í Hinum Føroysk Róðrarbátinum um Bátsband. (Undirstrikingar, framhevjan, viðm. í parentes PP).

”Tann beinleiðis orsøkin til, at løgskipanin um einahandil varð avtikin í 1856, var, at hon gekk ímóti § 88 í nýggju donsku grundlógini frá 1849, sum segði, at ”alle indskrænkninger i den frie og lige Adgang til Erhverv, som ikke ere begrundede i det almene Vel, skulle hæves ved Lov”. Níggju ár seinni, í 1865, varð ein onnur løgskipan í Føroyum avtikin við somu grundgeving, nevniliga ein skipan, ið snúði seg um bátahald.

Hon varð av summum rópt ”bátsbandið” og øðrum ”bátshandil”. Í hesum kapitli skal verða kannað, hvat keldutilfarið í sambandi við hesa skipan sigur okkum um gongdina í føroyskum bátahaldi í tíðini fram til avtøkuna av hesi løgskipan og sosialum viðurskiftum í tí sambandi.

Skipanin um bátsband var ongantíð fest á blað, men virkaði í rættarskipanini sum óskrivað lóg.

Mong dømi eru um slíkar lógir í rættarsamfeløgum í Norðurlondum í eldri tíð, men í granskingarligum høpi hevur higartil verið lítið gáað um tær, netupp tí tær ikki finnast skrivaðar í lógarteksti, men einans av umrøðu í øðrum keldum, eitt nú rættarúrskurðum, ið eru varðveittir skrivliga, og í søgn. (Einki dømi nevnt).

Við lógartekstum er tað annars soleiðis í søgufrøðiligum høpi, at teir ikki treytaleyst kunnu metast sum keldur til verulig søgulig viðurskifti av teirri einafaldu orsøk, at soleiðis sum lógin er til skjals, er hon fyrst og fremst at meta sum ein normur, ið lóggevarin vildi skuldi ganga í framtíðini.

Um normurin veruliga varð hildin, sæst ikki úr lógartekstinum sjálvum. Við teimum óskrivaðu lógunum er øðrvísi, tí tær vóru úrslit av og vóru til við siðvenju. (Inkongruens) So frægt sum til ber at staðfesta innihaldið í teimum, má tí metast, at tær endurspegla viður-skiftini, sum tey veruliga vóru, (Inkongruens) og ikki einans normin, ið lóggevarin vildi hava settan í gildi (Hvussu setur man ein norm í gildi?). Tær óskrivaðu lógirnar, sum virkaðu í rættarskipanini, kunnu tí sum mótsetningur til tær skrivaðu lógirnar frá kongi eyðmerkjast sum fólksligar lógir. (Diffust, eingin definitión, her stendur heldur ikki hvussu hesin mótsetningur kemur fram. Talan er helst um praksis og hevd).

Tann nágreiniligasta heimildin um skipanina um bátsband eru viðmerkingarnar til lógina frá 1865, sum tók hana av, og í innganginum til tær verður greitt soleiðis frá henni:

”Fra gammel Tid paahviler der visse færøske Jordejendommes Besiddere Forpligtelse til at holde store Fiskerbaade og andre af Færøernes Indbyggere Forpligtelse til at gøre Tjeneste paa disse Baade. Om dette Forhold haves der ingen Lovbestemmelser, naar undtages den ved Plakaten af 23. Marts 1813 bekendtgjorte kongelige Resolution av 13 . s . om, at Sager angaaende Rettigheden til at bygge og holde Fiskerbaade paa Færøerne skulle som Politisager paakendes af hvert Steds Sysselmand, samt at Sysselmændenes Kendelser, naar Parterne ej ville akkviescere ved samme, skulde indankes for Amtmanden, og af ham uden videre Appel paakendes; men i øvrigt er Forholdet ordnet ad Sædvanens vej.”

Soleiðis skrivar Andras Mortensen í ”Sjómentum”, um hin føroyska bátin. Hann fekk bæði Phd. og M.A. Jacobsens heiðursløn fyri bókina, sum kostar fýra hundrað krónur. Tað hann ikki skilur er at lógir kunnu vera lógir, (grundlógin er lýst í Føroyum sum ein vanlig lóg í 1850), men tað sum jura eisini gongur út uppá er:

”Hvat ger man”. T.d. ber til í dómi at ganga ímóti lógarteksti, um teksturin er avoldaður ella umhandlaðu viðurskiftini eru av sovorðnum slag, at tey ikki eru hóskandi longur. §88 verður heldur ikki funktionelt defineraður í mun til samtíðina.

Andras heldur seg hava ”gefundenes gefressen” í hesum, men hann er ikki á leið. Tí Kongaligi Grønlendski Handilin KGH skuldi verið avtikin, um hatta passaði. Stovnaður í 1774-75.

“Í grundlógini frá 1953 sæst sami tekstur í § 74. Alle indskrænkninger i den fri og lige adgang til erhverv, som ikke er begrundede i det almene vel, skal hæves ved lov.” Logiskt sætt skuldi Kgl. Grønlendski Handilin KGH verið niðurlagdur í seina- sta lagi 1953 av somu orsøk, tað bleiv hann heldur ikki ta ferðina. Hann er har enn tann dagin í dag, tó í øðrum líki.

Sjálv orðingin ”visse færøske Jordejendommes Besiddere” vísir at hendan skipan ikki hevur verið galdandi í øllum bygdum. Sjálvt tíðarintervallið millum avtøku einahandilsins og bátsbandsins eigur ikki at vera undirmett og vitan teirra lógkønu tá á døgum. T.d. tekur hann hendingina við avtøku bátsbandsins og speglar hennara præcedens aftureftir til 1855. Tað ber ikki til, præcedens gongur altíð frameftir tíðarlinjuni. (Akkurát sum søgan kronologiskt). Logiski konsekvensurin í hesum páhaldinum er at grundlógin framhaldandi bleiv brotin aftaná 1850, fram til 1865. Hetta er heldur ikki nevnt, júst tí talan er um konstruktivan interferens. Pástandurin blívur ikki sannari av at Andras Mortensen nevnir hetta fleiri ferðir í bókini, heldur øvugt fer hetta at vísa eftirtíðini at hann ikki arbeiðir á søguvísindaligum grundarlagi. Kanska fáa vit einaferð eina søgudeild, hvørs aðalmál verður at reksa hesar fløkjur sundur aftur?

Hans J. Debes sigur í Føroya Søgu soleiðis:

”Bátsbandið mátti koma í stríð við fríhandilsog vinnufrælsishugsjónir, so hvørt sum tær mentust í 19. Øld, serliga eftir at kongligi einahandilin var avtikin: Níggju ár eftir at fríhandilin var komin, og sjey ár áðrenn skipsfiskiskapurin byrjaði, fór so í 1865 við lóg úr gildi ”Den forpligtelse, der hidtil harpaahvilet en del færøske jordejendommes besiddere til at holde baade og visse af Færøernes indbyggere til at gøre tjeneste paa bemeldte baade”.

Amtmaðurin hevði í 1864 mælt til, at skipanin varð tikin av. Hann hevði nevnt, at nógv klandur og sakarmál stóðust av henni, at hon vinnuliga var vorðin ein kleppur, og at hon tók frá fólki persónlig rættindi, sum Grundlógin frá 1849 annars tryggjaði. Sambært Norsku Lóg skuldi yvirvaldið seta ávísar menn ”som baade til lands og til vands skal forskaffe den ”som baade til lands og til vands skal forskaffe den rejsende fordringskab”. Í oyggjalandi sum Føroyum má hava verið serliga neyðugt við onkrari skipan at flyta fólk um fjørð og sund. Henda skipanin varð nevnd skjútsur., men skyldan fall ójavnt bæði á menn og bygdir. Ein skjútsskaffari í hvørjari bygd hevði ábyrgdina av flutningi, í Suðuroy kallaðust teir, ið tilnevndu skjútsmenninar, nevnarar.”( Debes:

Føroya Søga Bind 3 síða 197.)

Her byggir Debes á kelduútsøgnina, tað er eitt skúladømi um hvussu søga skal skrivast. Hetta er á høgum stigi. Lat okkum heldur ikki gloyma at Amtmaðurin tulkar tekstin, sum stendur í Grundlógini frá 1849.** Keldur: Fróðskaparrit 41.bók 1993, Síða 5-6 A. Mortensen, Hin føroyski róðrarbáturin-Sjómentir føroyinga í eldri tíð Annales Societatis Scientarium Færoensis Supplementum XXVI Síða 217-220. H.J. Debes: Føroya Søga Bind 3 Anno 2000.

Páll Poulsen