Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Konuhall

Nú er mikil umrøða av, at ov fáar konur eru í Føroyum. Víst verður á, at av øllum heimsins økjum, hagtøl eru fyri, er tað bert Grønland, sum er verri fyri enn Føroyar hesum viðvíkjandi. 

Alkunnugt er, at konur okkara eru sera dugnaligar. Sjálvandi hava menninir verið raskir og gjørt mangt bragdið, men ein fróðarmaður sum Rolf Guttesen hevur víst á, at verður kannað, hvør ið hevur útvegað matin, vísir tað seg, at tað eru konurnar, sum hava fingið yvir helvtina av matinum til høldar.
Serliga er tað av tí, at tað eru tær, sum hava tikið sær av neytunum.
Harafturat kom alt tað arbeiði, sum tær gjørdu innanveggja, ikki minst fyri at fáa øllum klæði upp á kroppin.

Hvussu avgerandi lutverkið hjá konunum hevur verið, sæst eina best av tí sum hendi, tá annar parturin í hjúnalagnum doyði. Doyði konan, so noyddust børnini at flyta í onnur hús. Var tað maðurin, sum doyði, so helt konan heiminum uppi og aldi børnini upp. Mangar eru tær einkjurnar, sum hava megnað hetta við at tøta.

Tað dugdu tær eisini væl. Yvir helvtin av teimum bindingarmynstrum, sum H.
M. Debes hevur í bók síni, hevur hann frá einari bindingarkonu, sum 36 ára gomul sat einkja við trimum børnum, tá maðurin gekk burtur á útróðri. Hon kláraði seg, sum so mangar aðrar, við at binda og veva.

Tá høvdu vit brúk fyri konunum, teirra arbeiðsmegi, áræði og hegni.

Men nú hoyra vit í fjølmiðlunum, at tær almennu Føroyar svæva eina roynd til at gera tað liviligt hjá konum í Føroyum. Vit hoyra, at nakrar konur á Tvøroyri, sum tóku seg saman at nýta sínar skapandi gávur, ikki kundu fáa inn í eygað fyri at koma í gongd við virksemi sínum.

Hetta líkist svartasta ongum.

Tað vit hava brúk fyri, er hundrað slíkum tiltøkum, har konur koma saman fyri at skapa nakað nýtt. Vit hava brúk fyri, at tær hava møguleika fyri at nýta sína arbeiðsmegi og hugflog til at framleiða nakað, sum tørvur er á.

Longu sum er, hava føroyskar konur skapt fyritøkur, sum klára seg væl í kappingini á heimsmarknaðinum. Vandamálið er bara, at hesar fyritøkur virka uttan fyri Føroyar. Tað eru mong lond, sum hava tikið seg fram við at framleiða tekstilvørur, og har er nógvur eftirspurningur eftir konum at arbeiða. Men vit, sum hava so nógvar dugnaliga konur, sum eru vanar at arbeiða við klædnavørum, hava gjørt íløgur í aðra framleiðslu, og hava ikki gagnnýtt hesum upplagda møguleika fyri at útvega konum okkara inntøkur og góð arbeiðspláss.

Tí er einki at siga til, at konurnar fara úr Føroyum. Skipan okkara er soleiðis uppbygd, at tær ikki sleppa at nýta gávur sínar, og royna tær veingirnar, so verða tær skerdar av skrivstovukrakkum, soleiðis sum vit síggja í hesum dømi.

Hetta er als ikki av tilvild, men er eitt úrslit av tí politisku skipan, sum vit liva undir. Henda skipan hevur ikki til endamáls at tryggja, at nakar skal liva her. Vit skulu bara sjúgvast burtur. Viðferðin, sum íverksetararnir á Tvøroyri hava fingið, er tí ein partur av eini væl tilrættislagdari ætlan um at reka okkum av landinum, so tað verður oyðið og tómt og tøkt fyri stuðlarnar hjá Sea Shepherd at hóreiggja sær í!

Tiga vit, so hjálpa vit teimum í hesum skitnu ætlanum!

Zakarias Wang