Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Koronu-missur seinna hálvár 2020

ÍSF fer nú at kanna tørvin á fíggjarligum stuðli í samband við mistar inntøkur orsakað av COVID-19, har tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkaði vegna almennu tilmælunum. Hesaferð er tíðarskeiðið 1. juli – 31. desember 2020.

Kanningarskjal hjá sambondum og ítróttafeløgum at fylla út

Freistin at senda inn upplýsingarnar eru sunnukvøldið 24. januar 2021 á midnátt.

Í november 2020 varð Covid-19 stuðul til ítróttin fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 12. mars – 30. juni býttur út millum 43 ítróttafeløg. Løgtingið setti fýra milliónir krónur av til covid-19 stuðul til ítróttin, og henda upphæddin rakk til at endurrinda ítróttafeløgunum 90 prosent av mistu inntøkunum í tíðarskeiðnum.

Les meira her