Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Koyr ókeypis, trygt og umhvørvisvinaligt – koyr buss!

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu fór nú í morgun sambært samtykt í teknisku nevnd undir eitt átak fyri at fáa fleiri at brúka Bussleiðina.

Tíðindaskriv:

Avtala er gjørd um eitt átak, sum tekur støði í miðlum, sum eru tætt við avgerðarstøðuna hjá møguligum bussferðandi. Boðskapurin byggir á positivar, logiskar og rationellar grundgevingar fyri at koyra við bussi.

Átakið byrjaði í morgun, nú Umhvørvisvikan júst er endað. Kampanjutíðarskeiðið er vikurnar 19, 20, 21 og 22 og endar fríggjadagin 1. juni 2012.

Nú bensinprísurin er so høgur setir átakið m.a. spurnartekin við, hví fólk ikki brúka buss, tá kostnaðurin er 0,- krónur pr. kilometur, 0,- krónur í vegskatti og 0,- krónur í trygging. Og veruleikin er jú, at 200 steðgipláss í høvuðsstaðarøkinum bíða eftir brúkarum 600 ferðir um tíman!

Í sambandi við lýsingaátakið verður skipað ein kapping, har fólk noyðast inn í bussarnar fyri at luttaka. Góðir vinningar verða latnir. Flogseðlar verða býttir út í býnum, sum skulu fyllast út og latast inn í bussunum. Í hesum sambandi verður samstundis gjørd ein spurnakanning, sum skal lýsa, hvussu fólk brúka bussarnar.

Bussleiðin verður lýst sum eitt hent, trygt, ókeypis og avbera umhvørvisvinaligt alternativ til at koyra sjálvur, har tú sparir pengar, tíð og stríð av at leita eftir P-plássi, har handilsfólk, lesandi og onnur kunnu nýta ókeypis alnet, meðan tey trygt verða flutt til arbeiðis ella skúla uttan strongd.

vinaliga

Heðin Mortensen

borgarstjóri