Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í næstum fara kvinnur í aldrinum 50-69 at fáa tilboð um mammografiscreening annaðhvørt ár.

Krabbameinsfelagið fegnast um, at mammografiscreening verður sett í verk

Krabbameinsfelagið fegnast um, at mammografiscreening verður sett í verk
 
Í næstum fara kvinnur í aldrinum 50-69 at fáa tilboð um mammografiscreening annaðhvørt ár. Mammografiscreening er eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar. Grundgevingin er at tryggja, at krabbamein í bróstinum verður funnið tíðliga.  
 
Krabbameinsfelagið fegnast um tað og eisini, at avtalan, sum Landssjúkrahúsið hevur gjørt, tryggjar at kanningarnar verða væl skipaðar, at stutt tíð gongur at fáa svar og at er okkurt at síggja, so verður tað loftað og viðgjørt so skjótt, sum til ber.