Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá ið talan er um t.d. krabbamein, er tað týðandi, at sjúkan verður staðfest skjótt, soleiðis at útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, eru so góð sum til ber. Krabbameinsfelagið fegnast tí um, at tað nú verður farið undir miðvíst arbeiði at kanna og útgreina, hvussu ein skipan um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum kann verða sett í verk.

Krabbameinsfelagið fegnast um, at viðgerðartrygd fyri allar føroyingar nú er í ljósmála

Krabbameinsfelagið fegnast um, at viðgerðartrygd fyri allar føroyingar nú er í ljósmála
 
Løgtingið hevur fríggjadagin einmælt samtykt, at landsstýrið skal kanna og útgreina, hvussu viðgerðartrygd kann verða sett í verk og hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar eru. Tá ið tað er gjørt, skal landsstýrið leggja uppskot fyri løgtingið um hetta.
 
Tá ið talan er um t.d. krabbamein, er tað týðandi, at sjúkan verður staðfest skjótt, soleiðis at útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, eru so góð sum til ber. Krabbameinsfelagið fegnast tí um, at tað nú verður farið undir miðvíst arbeiði at kanna og útgreina, hvussu ein skipan um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum kann verða sett í verk. Endamálið er, at allir føroyingar skulu hava trygd fyri, at tá ið illgruni er um sjúku, skal bíðitíðin at sleppa í viðgerð vera so stutt sum gjørligt. 
 
Kaj Leo Holm Johannesen legði vegna Sambandsflokkin upprunaliga uppskotið fram. Samd Trivnaðarnevnd tók undir við tí, við nøkrum broytingum, og tað broytta uppskotið samtykti Løgtingið einmælt.
 
Á myndini síggjast Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini og Kaj Leo Holm Johannesen.