Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndin í felagnum hevur skipað seg. Durita Tausen heldur fram sum formaður og Sonja Nielsen næstformaður og kassameistari. Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, ið er nývald.

Krabbameinsfelagið havt aðalfund

Krabbameinsfelagið hevði sín árliga aðalfund hóskvøldið 14. mai 2020.

Nevndin í felagnum hevur skipað seg. Durita Tausen heldur fram sum formaður og Sonja Nielsen næstformaður og kassameistari. Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, ið er nývald. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.

 

Tak ársfrágreiðingina niður sum PDF fílu her!

Brot úr ársfrágreiðingini hjá Krabbameinsfelagnum:

370. So nógvir vóru krabbameinstilburðirnir í 2019. Hægsta talið nakrantíð. Í miðal ein tilburður um dagin.

Árini frá 2009 til 2017 var talið millum 200 og 250, og áðrenn tað var tað millum 150 og 200.

Hví er talið vaksið so nógv? Kanska tí vit liva longri. Kanska tí vit eru fleiri. Kanska tí vit liva øðrvísi. Ósunnari. Kanska tí tað ikki altíð verður gjørt upp líka. Brúka vit gransking úr øðrum londum, so kunnu vit siga okkurt um talið. Betri hevði verið, um vit við egnari gransking kundu sagt meiri. Nakað er granskað, og tíbetur er enn meiri á veg.

Í 2019 varð skjøtul settur á nýggja Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum. Endamálið er at lýsa krabbamein í Føroyum, bæði yvirskipað og eisini í smálutum. Eitt nú at kanna sambandið millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina, eru summar familjur serliga hart raktar. Eisini hevur barnakrabbi serligt fokus í hesi verkætlanini.

Granskingin fer vónandi at svara fleiri av spurningunum. Spurningum sum: hvat er serligt hjá okkum, hvør er í serligum vanda at fáa krabba, hví eru summi í størri vanda enn onnur? Og er okkurt serligt, vit kunnu og skulu gera at fyribyrgja krabba?

Meðan vit bíða eftir føroyskum granskingarúrslitum, hvussu kunnu vit so tryggja, at talið ikki verður hægri og hægri?

Fyribyrging er eitt týðandi stig. Størsta einstaka ávirkanin er tubbak. Jú fleiri tey verða, sum ongantíð festa sær í, jú nærri koma vit málinum at vinna á tubbakinum. Og tað gagnar, ikki bara í stríðinum móti krabba, men eisini ímóti fleiri øðrum hóttandi sjúkum. Har ber til at hyggja at royndunum úr øðrum londum, men tað krevur politiskan vilja og politiskar avgerðir at vinna tað stríðið.

Fyri hvønn einasta, sum sleppur undan at fáa boðini: “Tú hevur krabba”, er eitt stórt stig vunnið í stríðnum móti krabba. Vit fegnast tí um, at Løgtingið í 2019 gjørdi av, at dreingir fáa bjóðað at verða koppsettir ókeypis fyri HPV. Gentur hava fingið tað bjóðað síðani í 2009.

At fáa staðfest krabbamein, so skjótt sum til ber, er eitt avgerandi stig fyri at basa krabbasjúkuni. Heilsuverkið bjóðar kanningar fyri bróstkrabba og lívmóðurhálskrabba. Spurningurin er, um næsta stigið ikki er at kanna fyri tarmkrabba.

Í 2019 var tilmæli um palliatión handað Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanninum í heilsumálum. Sirið Stenberg setti skjøtul á tað arbeiðið, tá ið hon var landsstýriskvinna. At politiski myndugleikin setur arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli, tað er gott. Sitandi samgonga hevur gjørt av, at nýggj krabbameinsætlan skal gerast. Tað er eisini gott.

Tað er bara tað: so at siga einki, kemur av sær sjálvum. Og meðan tilmælið um palliatión liggur í eini skuffu, og ein nýggj krabbameinsætlan er onkustaðni í politisku knokkunum, verða alsamt fleiri, sum fáa staðfest krabba og tíverri verða eisini nøkur teirra álvarsliga sjúk av krabba.

Skulu vit fyribyrgja krabba, staðfesta sjúkuna sum skjótast, geva bestu viðgerð og gera umstøðurnar hjá teimum, sum rakt verða, so góðar sum til ber – ja, so krevst politiskur vilji, politisk raðfesting og politiskar avgerðir. Vit seta okkara álit á, at samgongan fer undir tað, sum hon hevur sett á blað í samgonguskjalinum. Og í hesum mánaðinum heldur enn í næsta mánaði.


370. Hvørt einasta tal er eitt fólk, sum fekk boðini: tú hevur krabbamein. Og ikki bara tað fólkið. Eisini familjan. Tey nærmastu og kenningar. Maki, foreldur, børn, vinfólk, grannar, starvsfelagar.  

Tá ið tú fært slík álvarslig boð, hevur tað alt at siga at hava góðar stuðlar. At fáa hjálp. At fólk eru um teg. Fakfólk og familja og vinfólk.

Uppgávan hjá okkum í Krabbameinsfelagnum er eisini at hjálpa. Tað fáa vit gjørt, tí onnur hjálpa okkum. Fólk sum stuðla við pengum. Sjálvboðin sum stuðla við tíð. Og myndugleikar sum lurta. Tað takka vit hjartaliga fyri.

Og tað er gott at kunna hjálpa. Sum felag, og eisini hvør einstakur okkara sum menniskja. William Heinesen fær seinasta orðið, har hann lýsir, at tað, at vera medmenniskja, er tað sum gevur meining í lívinum.

Tað einasta, sum kann verja tað hugsandi og leitandi menniskjað fyri fullkomnum høpisloysi, er tann hugsan, at vit eru medmenniskju.

Tað einasta, ið vit við vissu og á hvørjum degi verða mint á, er, at vit eru medmenniskju og búgva á gongustjørnuni jørðini.

Og tað einasta, sum kann gera okkum andliga og handliga opin og geva okkum ábyrgdarkenslu og á tann hátt geva lívinum meining, er tann hugsan, at vit eru medmenniskju.

 

Durita Tausen,

formaður í Krabbameinsfelagnum