Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund týskvøldið 4. apríl 2016

Krabbameinsfelagið havt aðalfund
 
Á skránni var nevndarval. Fyri vali stóðu Durita Tausen og Sonja Nielsen. Tær vóru báðar afturvaldar fyri eitt 2 ára skeið. Eisini var val av tiltakslimum, fyri valið stóðu Martin Joensenog Elmar Ósa, sum vórðu afturvaldir. Nevndin hevur skipað seg við Duritu Tausen, sum forkvinnu, Sonju Nielsen sum næstforkvinnu og kassameistara. Hini í nevndini eru Magnus Magnussen, Johan Poulsen og Katrin Kallsberg. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.
 
Ársfrágreiðingin hjá Krabbameinsfelagnum kann takast niður sum PDF her.
 
Brot úr ársfrágreiðingini:
At tað ber til hjá Krabbameinsfelagnum at veita góða og munadygga hjálp, kemst serliga av góðum fíggjarligum stuðlum og øllum tí munadygga arbeiði, sum sjálvboðin gera. Hetta ger, at vit betur kunnu røkka málinum hjá Krabbameinsfelagnum: at stuðla gransking, gera fyribyrgjandi arbeiði og ikki minst at hjálpa teimum, sum hava ella hava havt krabbamein og eisini teimum, sum varða av.
 
Eisini 2016 hevur hilnast væl, og nógv er at vera takksom fyri. Aftur kunnu vit ásanna, at Krabbameinsfelagið hevur stóra vælvild millum føroyingar. Millum fyritøkur, myndugleikar, fjølmiðlar, privatfólk, sjúklingar og tey, sum varða av. 

Úr vælvildarrúgvuni kunnu vit nevna stóru stuðulskonsertina á Strondum, sum Lív Jónsveinsdóttir Ludvig skipaði fyri, við hollum stuðli frá bygdafólkinum og ikki minst tónleikarum.
 
Eisini at Frælsi, ítróttarfelagið í Vágum, bjóðaði Krabbameinsfelagnum at vera við í Føroya vakrasta hálvmaraton. Og tað var sanniliga vakurt í Vágum henda góðveðursdagin. 
 
Og so Team Rynkeby, sum í 2015/2016 savnaði meiri pening, enn nakrantíð fyrr. Peningur, sum verður brúktur til at hjálpa og lætta um hjá teimum børnum, sum hava ella hava havt krabbamein og familjum teirra, og hjá teimum, sum hava mist eitt barn. Og sum eisini verður brúktur at granska fyri, so at krabbameinsgátan kann verða loyst.
 
Bara fyri at nevna nøkur.
 
Í 2016 hava nakrir av dyggu stuðlunum hjá felagnum tikið seg úr álitissessum. 
 
Jákup N. Olsen og Agnar á Dul fóru úr nevndini í Krabbameinsfelagnum. Agnar hevði sitið í nevndini, síðani felagið varð stovnað í 1979, øll árini sum kassameistari. Jákup kom í nevndina í 1987, og sat sum formaður í 24 ár. 
 
Karen Heinesen, sum í 16 ár hevur hjálpt Krabbameinsfelagnum at veita ráð og vegleiðing í sosialum spurningum, fór í 2016 frá fyri aldur. 
 
Eisini Heidi Hvidbro steðgaði í 2016 sum forkvinna í Bót til bata, eftir í nógv ár at hava staðið á odda og lagt stóra orku í at hjálpa og stuðla kvinnum við bróstkrabba og skipa fyri tiltøkum í tí sambandi. Heidi heldur fram sum næstforkvinna.
 
Teimum fýra, og øllum hinum sjálvbodnu og øðrum, sum við síni fakligu vitan, fíggjarligu hjálp og vælvild hava stuðla Krabbameinsfelagnum, takka vit hjartaliga. 
 
Takk fyri gott samstarv í 2016.
 
Durita Tausen, forkvinna