Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið og fimleikafelagið Ljósið fingið evropeiska viðurkenning

Rørsluátakið ”Firvaldar”, sum Krabbameinsfelagið og Fimleikafelagið Ljósið skipa fyri, hevur fingið viðurkenning frá evropeiska ítróttarsamstarvinum, ENGSO, fyri at vera ímillum bestu átøk innan nýhugsandi ítróttarsamstørv. Í heyst varð farið undir rørslutiltakið “Firvaldar”, sum er ókeypis tilboð um venjing fyri fólk, sum hava ella hava havt krabbamein og familjur teirra.

Í heyst varð farið undir rørslutiltakið “Firvaldar”, sum er ókeypis tilboð um venjing fyri fólk, sum hava ella hava havt krabbamein og familjur teirra.

ENGSO (European Non Govermental Sports Organisations) er paraplyfelagskapur fyri ítróttarsambond í Evropa. Felagsskapurin bjóðar eina ferð um árið til ráðstevnu, har ymisk evni eru á breddanum. Í ár var eitt evni "innovativ samstørv", og bað ENGSO limafeløgini senda inn dømi. Ítróttarsamband Føroya, sum er limur í ENGSO, sendi inn søguna um ”Firvaldar”, og varð hetta mett at vera millum bestu dømini um innovativt ítróttarsamstarv.

Annika Lindenskov, sum saman við Beintu Sørensen, skipar fyri ”Firvaldum”, varð tí biðin at koma og halda ein fyrilestur á ENGSO-ráðstevnuni, sum var í oktober í Idrettens Hus í Brøndby.

Firvaldar gera fimleik tvær ferðir um vikuna, har vant verður bæði styrki og konditión. Venjingin fer fram í Fimi, høllini hjá Ljósinum í Gundadali. Hóast fimleikurin er uttan fyri sjúkrahúsregi, so eru tað fólk við innliti í sjúku og krabbamein, sum taka sær av venjingini. Beinta Sørensen er útbúgving fysioterapeut og Annika Lindenskov er sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í krabbameini.

Luttakararnir í rørsluátakinum eru sera væl nøgdir við møguleikan at venja saman.

Millum tey sum íðka, eru bæði fólk í viðgerð og onnur, sum hava verið frísk í fleiri ár. Tað er venjing og samvera, ikki sjúkan, sum er í fokus. Men, pláss er fyri at tosa saman og seta spurningar, og soleiðis at kunna stuðla hvørjum øðrum.

Krabbameinsfelagið fegnast stórliga um heiðurin, og um at onnur kunnu fáa íblástur av hugskotinum. Góða samstarvið millum Krabbameinsfelagið og Ljósið heldur fram í komandi ári.

Áhugaði at koma á holdið, kunnu venda sær til felagið á tlf. 317959

Krabbameinsfelagið og Ljósið