Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkætlanin fer at lýsa krabbamein í Føroyum bæði meiri yvirskipað, og í smálutum. Fleiri av kanningum fara at snúgva seg um barnakrabba, har millum annað verður farið inn á at lýsa barnakrabba í Føroyum.

Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum stuðla granskingarverkætlan

Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum stuðla granskingarverkætlan 
 
Við stuðli frá Krabbameinsfelagnum og Team Rynkeby Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum fer í næstum ein verkætlan av bakkastokki, hvørs endamál er at lýsa krabbameinsøkið í Føroyum. Team Rynkeby Grunnurin hevur givið 600 túsund krónur í stuðli og Krabbameinsfelagið hevur givið 100 túsund krónur.
 
Verkætlanin fer at lýsa krabbamein í Føroyum bæði meiri yvirskipað, og í smálutum at kanna samband millum krabbamein og eitt nú aldur, bústað og líknandi viðurskifti, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur.
 
Fleiri av kanningum fara at snúgva seg um barnakrabba, har millum annað verður farið inn á at lýsa barnakrabba í Føroyum út frá títtleika, sløgum, aldur, bústaði og líknandi viðurskiftum, hvussu hesar sjúkur tyrpast í familjum, viðgerð, prognosu og fylgisjúkum, umframt at kanna samband millum burðartyngd og krabbamein o.a.
 
Verkætlanin fer, sum grundkeldu til hesar kanningar, at gagnnýta tí serstøku krabbameinsskránna, har skrásettir eru tilburðir av krabbameini í Føroyum heilt aftur til 1960.
 
Hóast nakað er granskað í krabbameini í Føroyum, og einstakar verkætlanir eru í gongd, hevur granskingin verið rættiliga sundurbýtt. Henda verkætlanin er fyrsta stigið til eina savnandi granskingarstrategi, sum kann veita munadygga vitan um krabbamein í Føroyum.
 
Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, so verður roknað við, at ein savnandi granskingarstrategi innan krabbameinsøkið fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið, tá ið tað snýr seg um viðgerð og heilsufremjan.
 
Umframt stuðulin frá Krabbemeinsfelagnum og Team Rynkeby Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum, stuðlar Sjúkrakassagrunnurin eisini verkætlanini, sum er ætlað sum ein PhD verkætlan. Søkt verður í næstum eftir skikkaðum PhD lesandi til verkætlanina. Marin Strøm og  Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, verða PhD vegleiðarar og Bjarni á Steig, yvirlækni, verður hjávegleiðari. Ílegusavnið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru eisini við í verkætlanini.
 
Á myndini: frá vinstru Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen