Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kríggj og flóttafólk

Nú er alt Europa á gosi, tí milliónir av fólkum flýggja úr Miðeystri og Afrika til okkara. 

Hesum flóttafólkum er synd í. Tey fara heimanífrá tí umstøðurnar eru so vánaligar, at tey ikki síggja nakran møguleika fyri at fáa eitt sømiligt lív heima hjá slekt og vinum. So leita tey sær til onnur lond. Vón teirra er at fáa betri kor, og hjá summum eydnast tað. Onnur doyggja á ferðini og summi koma ongantíð fyri seg í nýggja landinum.

Men hví eru korini so ring í teirra egnu londum?** Hetta er ikki tí at londini eru fátæk. Mong av teimum hava náttúrurríkidømi og gott veðurlag. Nei, orsøkin til armóðina er, at tey eru vanstýrd. 

Mangt kann sigast at hava sín uppruna fyri langari tíð síðani, men annað er rættiliga nýtt. 

Eitt nú verður ført fram, at orsøkin til at londini í Afrika klára seg so illa er tann, at tey hava tikið við stuðli frá ríku londunum. Tað sær so meinaleyst út at fáa stuðul frá øðrum londum, men avleiðingarnar eru ræðuligar. 

Vanlukkan er, at tá eitt land fær stuðul uttanífrá, sleppa teir ráðandi frá at krevja upp skattir frá landsins egnu borgarum. Harvið missa borgararnir takið á stýrinum, og tað kann stýra ímóti áhugamálum borgaranna. Hugurin hjá stýrinum at menna vinnulívið minkar. Tað, sum um ræður hjá teimum stýrandi, er at fáa vápn at berja tey misnøgdu niður við. At hetta er vegurin til vesaldóm hjá fólkum flest er eyðsæð.

Men um so er, at tey misnøgdu gera uppreistur, verður enn meir útlendsk uppílegging. Tað hava vit havt nógv dømi um, og frá teimum síðstu árunum kunnu vit nevna útlendska uppílegging í Irak, Libya og Sýria. 

Her er tað hent, at onnur lond hava lagt á.

Tað er einki brotsverk, sum kann samanberast við tað at leggja á eitt annað land. Vit royna at hava lóg og landaskil innanlands, men millum lond er fólkarætturin galdandi, og eftir fólkarættinum er tað bannað at leggja á onnur lond.

Tann, sum hetta ger, hevur mist allan rætt. Hetta kunnu týskarar tosa um av royndum. Tann 22. juni 1941 løgdu teir á Russland. Fýra ár seinni fall Berlin, og týskinum var vátt undir føti. Húski reikaðu heimleys runt, og konur vórðu neyðtiknar. Tann, sum leggur á eitt annað land, hevur bjóðað lagnuni av, og sum mæti herovastin von Moltke segði við jarnkanslarin Bismarck: Einki er so lætt sum at byrja eitt kríggj, men tað er altið óvist hvussu tað endar.

Nú eru europeisku londini farin undir kríggj í Miðeystri og Afrika. Har verða hús og heim bumbaði í sor, og tey heimleysu noyðast at fara onkrastaðni at fáa sær skýli. Hvat er so meir natúrligt, enn at tey leita til tey lond, sum hava oyðilagt tilveru teirra? 

Eitt av hesum londum er Danmørk. Nú standa fólk í hópatali við danska markið og krevja at sleppa innum. Tey eru flýdd undan donskum bumbuflogførum, men fáa ikki friðskjól í Danmørk.

Tað kríggj, Danmørk er farið útí, er ólógligt. Danmørk er limur í ST, Felagskapi Sameinda Tjóða. Sum limalandi er Danmørk bannað at fara í kríggj uttan so at talan er um sjálvverju. Tey sum búgva í Sýria hava ikki lopið á Danmørk, og tí er tað brot á ST-sáttmálan, at Danmørk fer í kríggj har.

Harnæst fremur Danmørk enn eitt brot á fólkarættin við at fara í kríggj sum hetta. Danmørk hevur gjørt ein sambandssáttmála við tað ríki, sum fevnir um Føroyar og Grønland. Ein áseting í hesum sáttmála er, at Føroyar og Grønland skulu hava sína egnu stjórn, sum er javningi við stjórn Danmarkar. Fyri at fara í kríggj skulu báðar stjórnirnar samtykkja at fara undir hetta váðaverk.

Tað er eingin umbering fyri Danmørk, at eingin stjórn er fyri Føroyar og Grønland, tí tað er Danmørk sjálvt, sum hevur forðað at nøkur slík stjórn er komin í lag. At Damørk hóast tað fer í kríggj uttan at hava fingið játtan frá okkum ger tí brotsverkið enn størri. 

Men tað at kríggini eru ólóglig, sleppur okkum ikki undan teimum avleiðíngum, sum kunnu standast fyri okkum, av at ríkjasamband okkara fer í kríggj. 

Okkara stjórnmálamenn hava skyldu til at verja okkum fyri vandum, og teir hava tí eisini skyldu til at ansa eftir, at vit ikki við at tiga verða drigin upp í slík óneyðug og ólóglig kríggj, við teimum avleiðingum, sum vit síggja í hesum døgum. Tann støða, sum nú er komin, er eftir øllum at døma bert ein ávaring um tað sum henda kann um vit ikki krevja okkara rætt og útinna okkara skyldu til at verja okkara ríki fyri útlendskum yvirgangi.

Zakarias Wang