Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið kærir dómin

Kringvarpsfólkini hava avgjørt at skjóta dómin í tollmálinum inn fyri hægri rætt.

Dómurin í Føroya Rætti kann tulkast sum, at Føroyar eru ov lítlar til at hava frælsar fjølmiðlar. Tí hava kringvarpsfólkini Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari og Jan Lamhauge, journalistur gjørt av at kæra dómin til Landsrættin.

Miðlafólkini hava sambært Føroya Rætti ógrundað lagt Jørgen Niclasen undir at hava framt revsiverd viðurskifti. 
Føroya Rættur staðfestir í dóminum, at p/f N. Niclasen seldi ótollaðar vørur, hóast hetta ikki var samsvarandi treytunum í lógini. Dómurin staðfestir eisini, at tað er rætt og neyðugt, at fjølmiðlarnir siga almenninginum frá hesum, hóast málið er gamalt og ikki er um revsiverd viðurskifti.

Men síðani leggur Føroya Rættur m.a. dent á, at: 

"Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarvsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering av opstillede til politiske valg trues". 

Dómurin staðfestur sostatt, at føroysku miðlarnir ikki hava sama rásarúm sum miðlar úti í heimi.

-Vit halda, at føroya fólk eigur sama rætt til miðlafrælsi sum fólk í demokratiskum londum, og tí má Landsrætturin fáa høvi at viga dómin. 

Dia Midjord, stjóri 
Liljan Weihe, tíðindaleiðari 
Jan Lamhauge, journalistur