Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristina við nýggjum kykmyndalag og nýggjari heimasíðu

Kristina Bærendsen gav herfyri út fløguna Nothing’s Here to Stay, og nú er fyrsta kykmyndalagið klárt. Johnson City, ið eisini var fyrsta staklagið av fløguni, er lagt út samstundis, sum Kristina letur upp sína nýggju heimasíðu.

Kykmyndalagið er tikið upp í Nashville, tá Kristina var har yviri og tók upp sangin til nýggju fløguna í fjør summar. Tað er Friisframe, ið hevur framleitt og upptikið.

Kristina er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tí er nýggja heimasíðan hjá Kristinu eisini tøk á bæði donskum og enskum.

Á heimasíðuni ber til at síggja nýggja kykmyndalagið hjá Kristinu, og eisini aðrar framførslur hjá henni. Eisini kann man hoyra tónleik umvegis Spotify. 

Nýggja heimasíðan er gjørd í samstarvi við Nudlavirkið.

www.kristina.fo er leinkjan til síðuna