Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristinu Samuelsen, kanningarstjóri

Aftaná áheitan frá 15 løgtingsmonnum um at seta kanningarstjóra at kanna málið um leiklutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og hvørt Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt eftirlitsskyldu sína á fullgóðan hátt í hesum sambandi, hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, í dag sett Kristinu Samuelsen, advokat, sum kanningarstjóra at kanna hetta málið. 

Kristina Samuelsen, hevur í fleiri ár arbeitt á Løgtingsskrivstovuni, til hon fyri fáum árum síðani valdi at royna seg sum advokatur, skal nu kanna Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.