Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kroatin skal bara passa inn í leikritið hjá ákæruvaldinum

Úr arkivinum: Aftaná ein sera drúgvan rættarfund seinnapartin í dag, avgjørdi dómarin, at varðhaldsfongsla Kroatan í fýra vikur aftrat. Hann er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, sum vanliga verður kallaður Piddi.

Linda Hesselberg, ákæri , las ákærurnar upp. Kroatin er í fyrsta umfari, skuldsettur fyri dráp sambært § 37 í revsilógini, og í øðrum lagi fyri grovan harðskap sambært § 246.

Aftaná kravdi hon hurðarnar latnar aftur.

Ákærin hevði so nógv at krógva, at hon enntá kravdi tingingarnar fyri at lata hurðarnar aftur, fyri afturlatnum hurðum, sum ikki bara er ógvuliga óvanligt, men sambært verjanum, neyvan heldur heimild eftir lógini. Men tað eydnaðist kortini Linde Hesselberg, at fáa samkenslu frá dómaranum.

Linde Hesselberg, hevur annars arbeitt í Danmark, síðani gøluna við Jóannes í Dali, og miseydnaða neyðtøkumálinum.

Linde Hesselberg, var nevniliga ákæri í álvarsama málinum í móti Jóannes í Dali, við sera ávarsomu skuldsetingum um ólóglig vápn og ætlanir hansara um at framleiða sera vandamiklar bumbur. Hann var so vandamikil, sambært ákæruvaldinum, at hann mátti eisini mentalkannast.

Tað vísti seg onki hald at vera í grovastu ákærunum, og maðurin mátti sleppast leysur aftaná at hava verið fongslaður í tríggjar mánaðir, og mentalkanningin varð heldur ikki gjøgnumførd.

Eitt annað mál, sum Linde Hesselberg, eisini stóð á odda fyri, var ein ákæra fyri neyðtøku í móti kvinnu av øðrum etniskum uppruna. Tann ákærdi sat fongslaður í fimm mánaðir – m.a. við teirri grundgeving, at tað ikki bar til at lata mannin ganga leysan meðan bíðað var eftir Landsrættinum, tí hetta gjørdi seg inn á rættarkensluna hjá fólki.

Maðurin bleiv sostatt sitandi í Mjørkadali, men hann sat eisini eitt skifti í Vestre Fængsel, og tá málið kom fyri í Landsrættinum vísti tað seg, at vera íspunnin lygn, sum ákærin hevði ført fram í Føroya rætti, sum eisini eftir áheitan frá ákæruvaldinum, sýtti fyri, at vitnini komu til orðana.

Hesa mannagongd broytti Landsrætturin, og eftir hetta, bleiv maðurin frídømdur fyri allar ákærur, og hevur nú kravt endurgjald fyri forfylgingina og tort.

Men nú eigur hendan kvinnan so málið við Kroatanum, sum er so illa handfarið, at ógvuliga fá fólk trúgva, at ákæruvaldið hevur nakað at halda seg til. Tað gav ikki eina pena mynd av ákæruvaldinum, at løgreglan avvísir sjónarvátta, sum hevur sæð Pidda á lívi leygardagin, tá løgreglan hevur gjørt av, at Piddi varð dripin dagin fyri.

Hesin sjónarváttin greiddi frá, at hon skuldi hjálpa til í einum svimjitiltaki í Klaksvík leygardagin, og at tað var orsøkin til, at hon var so fullvís í, at hon sá Pidda júst tann dagin, og ikki kundi hava tikið feil av døgunum. Harfatrat hevði kvinnan gingið í skúla saman við Pidda, og kendi hann ógvuliga væl.

Varðhaldsfongslingin er kærd til Landsrættin, sum ikki so langt síðani frídømdi mannin, sum Linde Hesselberg, hevði ákært fyri neyðtøku.

Sannleikin er helst tann, at ákæruvaldið hevur lítið og onki, at halda seg til í hesum málinum. Tað sum undrar almikið er, at løgreglan avvísir at lurta eftir vitnum, men kortini heitir á fólk um at hjálpa, hava tey okkurt at siga um silvurgráa bilin.

Tað er ógvuliga ivasamt um fólk tíma at venda sær til løgreglun, skuldu tey havt nakað av týdningi at sagt, tí løgreglan vil ikki taka fólk í álvara, um upplýsingarnir ikki passa til leikritið, sum langt síðani sýnist at vera skrivað.

Kroatin skal bara passa inn í leikritið hjá ákæruvaldinum.