Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krøv setast til allar oljutangar og rørskipanir millum tanga og oljufýr

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, svarar upp á fyrispurning nr. 48/2016 eftir § 52a í tingskipanini um oljutangar hjá virkis- og sethúsaeigarum frá Heðin Mortensen,  løgtingsmaður

Spurningurin var soljóðandi:
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at áseta reglur, sum tryggja, at oljutangar hjá vinnu og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nær-umhvørvinum? 
2. Ætlar landsstýriskvinnan at gera eina skipan við ávísum fíggjarligum stuðli í sambandi við oljutangaskifti? 

Uppskot til svar:

Til spurning 1
Fyri umleið tíggju árum síðani varð arbeitt við uppskoti til kunngerð um sethúsaoljutangar, men varð arbeiðið ikki fullført. Hetta arbeiðið er nú aftur sett á skrá, og verður eitt uppskot til kunngerð til smærri oljutangar í sethúsum og virkjum ætlandi liðugt til várs, so at kunngerðin kann verða sett í gildi seinni í ár.

Soleiðis verða sett krøv til allar oljutangar og rørskipanir millum tanga og oljufýr. Eisini verður ætlandi krav sett um, at gamlir oljutangar skulu skiftast út áðrenn ávísa freist. Av tí, at tað kann vera kostnaðarmikið at skifta oljutangar út, verður ætlandi talan um eina rímiliga skiftitíð.

Til spurning 2
Av tí, at tað kann vera kostnaðarmikið at skifta oljutangar út, má umhugsast at veita møguleika fyri fíggjarligum stuðli til at skifta oljutangan út til fólk við lágum inntøkum. Hin vegin kann tað  hava risastórar útreiðslur við sær at basa dálking, sum er orsakað av oljudálking frá einum oljutanga.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 3. februar 2017

Sirið Stenberg
landsstýriskvinna