Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krugmann og Skotland

Nú verður nógv gjørt burtur úr, at kendi amerikanski økonomurin Paul Krugmann hevur skrivað eina grein har hann finst at skotskum sjálvstýri.

Men í veruleikanum er tað ikki málið um sjálvstýri fyri Skotland, sum Krugmann viðger í hesi grein, men ein heilt annar spurningur. Tað sum tað snýr seg um fyri hann, er orðaskiftið um evruna. Tað hann hevur ført fram, er at evran er ein kollsigld verkætlan, tí har hava vit eitt felags gjaldoyra uttan ta neyðugu samsvarandi politisku stýringina av tí økonomiska politikkinum.

Krugmann hevur víst á, at orsøkin til at Ísland, sum sanniliga er eitt lítið land, kom so frægt burtur úr tí stóru kreppunu í 2008, er at landið hevur sítt egna gjaldoyra. Tað er tí hann sigur, at Skotland ikki kann klára seg nóg væl um tað hevur felags gjaldoyra við Ongland. Men í greinini vísir hann á, at tað ikki kann útilokast, at Skotland fer at velja at fáa sítt egna gjaldoyra, og hóast hann ikki bart út sigur tað í hesi grein, men í síni viðgerð av Íslandi, so fer Skotland sjálvandi tá at hava somu møguleikar sum Ísland fyri at megna framtíðar avbjóðingar.

Zakarias Wang