Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Petur Mittún, sum hevur verið formaður, er farin úr nevndini

KT-felagið nýggjan formann

Nevndin í KT-felagnum hevur skipað seg av nýggjum við Bjarna Askham Bjarnason sum formanni. Petur Mittún, sum hevur verið formaður, er farin úr nevndini vegna nýtt starv.

Bjarni Askham Bjarnason hevur sitið í nevndini síðani 2007. Í nevndini sita harumframt Fróði Magnussen, Micheal Thomsen, Niels Christian Nolsøe. Sum tiltakslimur er valdur Fridolin Bic.

KT-felagið er felag hjá føroysku KT feløgunum og endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur og at útinna felags áhugamál soleiðis at KT vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.

Felagið hevur 12 limir og hjá limunum starvast yvir 500 starvsfólk. Árligi umsetningurin hjá liminum er yvir 600 mió.kr.