Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunnandi fundur um forskúla

Eftir summarfrítíðina byrjar forskúli í skúlanum á Argjahamri í hesum sambandi verður kunnandi fundur hóskvøldið 16. januar kl. 19.00 á skúlanum.

Seinastu árini hevur Skúlin á Argjahamri havt tætt samstarv við skúlabólkarnar á dagstovnum á Argjum, eitt samstarv við tí fyri eyga at gera børnini meira von við skúlaumhvørvið.

Við forskúlanum er møguleiki, at gera hetta arbeiðið meira skipað, og sostatt fáa best møguligt burturúr samstarvinum millum námsfrøðingar og lærarar.

Við forskúlanum ber til at fara inn í eina skipaða læri- og spælitilgongd, so børnini kenna viðurskiftini í einum komandi 1. flokki.

Hetta er ein brúgvabygging millum dagstovn og skúla. Fakliga verður bygt oman á teir lunnar, ið lagdir eru í heimi og dagstovni. Leikur og spæl eru týðandi partur í forskúlanum, og læringin tekur støði í spæli. Hetta er sostatt ikki vanlig skúlagongd, men fyrireiking til skúlagongd.

Í forskúlanum verður arbeitt við hesum høvuðsøkjum: Mál og málmenning, støddfrøði, náttúru og náttúru- fyribrygdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum. Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar. Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum og gera barnið klárt til at byrja í 1. flokki.

Forskúlin verður skipaður í tøttum samstarvi við Frítíðarskúlan á Argjahamri, sjálv skúlagongdin er frá kl. 8-12 og restina av tíðini eru børnini í frítíðarskúla. Á fundinum verður eisini kunnað um Frítíðarskúlan.

Høvið verður at seta spurningar.

Les meira um forskúlan www.sah.fo og um frítíðarskúlan á www.argjahamri.fo