Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunning frá Miðflokkinum

Nevnd Miðfloksins, sum varð vald á landsfundinum fyri 14 døgum síðani, hevur skipað seg. Nývald sum floksstjórnarleiðari er Mia av Kák Joensen, og sum vara-floksstjórnarleiðari varð Beinta Áargarð vald, hon er nývald í nevndina. Frank Jacobsen varð afturvaldur skrivari.

Hini í nevnd Miðfloksins eru Dánjal Mouritsson Joensen, sum umboðar Ung fyri Miðflokkin, Vinjard Johansen og Jenis av Rana, sum er formaður floksins.

Varalimir í nevndini eru Kaj Otto Frederiksberg, Charlotta á Váli Olsen og Poul Jóhan Djurhuus