Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ben Arabo, stjóri

Kunning um boringina av Langlitinden leitibrunninum í Barentshavinum

P/F Atlantic Petroleum kunnar í dag um boringina av Langlitinden leitibrunninum í Barentshavinum.

Saman við samstarvsfeløgunum í loyvi PL659 hevur Atlantic Petroleum út frá kjarnuroyndum staðfest, at kolvetni er til staðar í leitibrunni 7222/11-2 í Langlitinden leitimiðinum í Barentshavinum. Boringin er ikki liðug og endalig úrslit eru enn ikki tøk.

Atlantic Petroleum eigur 10% í loyvi PL 659 eftir at felagið gjørdi avtalu við Det norske oljeselskap, sum fráboðað 19. desember 2013 (treyta av endaligari góðkenning frá mynduleikunum ). Hini samstarvsfeløgini eru Det norske oljeselskap (fyristøðufelag) 20%, Petoro 30%, Tullow Oil Norge 15% (íroknað 5% flutt frá Ithaca Petroleum Norge AS) og Rocksource 5%.

Stutt um Atlantic Petroleum:

Atlantic Petroleum er eitt fullvirkið leiti- og framleiðslufelag hvørs kjarnuøkið er Útnyrðingsevropa. Atlantic Petroleum hevur í løtuni 42 kolvetnisloyvi í Bretlandi, Noregi, Føroyum, Írlandi og Niðurlondum, og framleiðir kolvetni í trimum leiðum í bretska partinum av Norðsjónum.

Harafturat verður ein leið hjá samtakinum útbygd í løtuni, har framleiðslan væntandi byrjar í 2015, og tvær aðrar leiðir ið eru nær við útbygging, umframt eitt stórt tal av leitimiðjum. Atlantic Petroleum luttekur í felagsverkætlanum (joint ventures) við 30 dygdargóðum samstarvsfeløgum.

Høvuðsskrivstova felagsins liggur í Havn, og felagið hevur dóttirfeløg og tøkniligar deildir í London og Bergen. Partabrøvini hjá felagnum eru skrásett á keypskálunum NASDAQ OMX í Keypmannahavn og á Oslo Børs.