Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunningartiltak um Liberia

Mikukvøldið 26. februar kl. 19.30 skipar ABC barnahjálp fyri kunningartiltaki á bókasavninum í Skúlanum við Løkin. Hilda Viderø fer at greiða frá arbeiðinum í Liberia og Monica í Holusteini fer at fortelja um eina nýggja spennandi útbúgving.

Tíðindaskriv

Hilda Viderø er leiðari fyri verkætlanini hjá ABC barnahjálp í Liberia. Hon fer at greiða frá hvussu tað gongur á barnaheiminum og hvørjar ætlanir vit hava komandi árini. Eisini fer hon at sýna myndir og filmsbrot. Hilda ferðast javnan til Liberia og hevur nógvar spennandi søgur at siga frá børnunum og landinum.

Monica í Holusteini, sum er í starvsvenjing hjá ABC barnahjálp, fer at hugleiða um sjálvboðið arbeiði og greiða frá útbúgving sínari. Monica lesur K3 á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg. Útbúgvingin vendir sær millum annað til fólk, ið ynskja at vera við í sjálvbodnum arbeiði.

Møguleiki verður at seta spurningar og ein drekkamuður verður at fáa.