Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunnu vit framvegis taka serfrøðina í fullum álvara?

Nú fyrsta tunnilsøðin er við at hæsa av er onnur við at taka seg upp orsakað av vit- og perspektivleysari tilráðing frá ”serfrøðingabólki”, har mælt verður til at gera brúgv um Saltnesgrynnuna. Uppskotið hevur verið frammi fyrr og er vorðið vrakað, tí tað vildi steðga allari víðari menning av bestu nátturuhavn í Føroyum

Skjóttarbeiðandi serfrøðingabólkurin, sum var settur at koma við tilmæli um loysn av eysturoyartunnilsmálinum, kom herfyri við sínum tilmæli um, at tunnilin eigur at vera gjørdur antin sum eitt alment partafelag ella alment/privat partafelag. Eisini mælir bólkurin til at endurskoða linjuføringina við brúgv um Saltnesgrynnuna.

Brúgvaloysn dýrari sambært Landsverki í uppriti í 2006!

Orsøkin er, at henda loysn skal vera 200 mió. kr bíligari og geva størri samfelagsnyttu. Men longu nú er sparingin tódnað niður í 100-200 mió. kr. sambært landsverkfrøðinginum í sending í útvarpinum. Tað er helst ivasamt um nakað verður at spara, tá ið til stykkis kemur, tí brúgvaloysn er vanliga væl dýrari enn tunnilsloyn. Allarhelst verður brúgvaloysnin dýrari, tí Landsverk sigur sjálvt í uppriti frá 2006, at brúgv kostar 3 ferðir so nógv at byggja (182.000 kr./m) sum at gera undirsjóvartunnil (60.000 kr./m)! Og viðlíkahald er uml. tað sama fyri bæði brúgv (700 kr/m/ár) og undirsjóvartunnil (750 kr/m/ár).

Spurningurin er so, hvussu nógv longri ein tunnil undir Saltnesgrynnuni skal vera? Hesum spurningi svarar Landsverk eisini í sama uppriti. Og Landsverk kemur til ta niðurstøðu, at tað er 14 mió. kr. dýrari við eini brúgvaloysn! Ikki fyrr enn 10 ár eru gingin hevur bíligari viðlíkahaldið av brúgv í mun til tunnil fingið tunnilsloysnina aftur!

Nógvir vansar við eini brúgv

Hetta uppskotið hevur verið frammi fyrr, men bleiv tá forkastað av bæði serfrøðingum og politikarum, tí tað vildi steðga allari framhaldandi menning av Skálafjørðinum sum besta nátturuhavn í Føroyum.

Harafturat kemur, at brúgv í slíkari hædd á 85-90 m høgum stabbum er følsom mótvegis vindi og tí ofta kann vera sperrað. Tað er eisini hent aðrastaðnis, at brýr hava verið stongdar í langa tíðir, tí teir hava verið ásigldar. Tí kann argumentið um, at man kann sykla tvørtur um eina brúgv neyvan vinna á nevndu vansum.

Visiónsleysar brýr

Tað hevur verið ført fram, at um sjálvt Norrøna kann sigla undir brúnni, so ávirkar hon ikki skipaferðsluna stórvegis. Hetta er helst eisini rætt, soleiðis sum skipaferðslan er í dag. Norrøna hevur eina størstu hædd frá sjógvi til topp (air draft) upp á uml. 45 m og brúgvin skal hava eina fríhædd, sum er 6 m størri.

Vit vita av góðum grundum ikki hvønn skaða, ein slík brúgv kemur at gera fyri menningina av økinum og kanska øllum Føroyum framyvir. Men hugsa vit okkum, at brúgvin var gjørd fyri 25 árum síðan, so hevði hon helst havt eina fríhædd upp á uml. 42 m (gamla Norrøna, ex Gustav Vasa hevði eina air draft upp á uml. 36 m), um hon var bygd fyri 50 árum síðan hevði hon helst havt eina fríhædd upp á uml. 31 m (Tjaldur hevði eina air draft upp á uml. 25 m), var hon bygd fyri 75 árum síðan hevði hon helst havt eina fríhædd upp á uml. 19 m (Tjaldur, ex St. Thomas hevði eina air draft upp á uml. 13 m) og var hon bygd fyri 100 árum síðan hevði hon verið friðað sum fornminni. So kemur ein brúgv, sleppa vit nokk ongatíð av við hana aftur.

Tað sær sostatt út til, at tørvurin í fríhædd er vaksin við 10 m hvørji 25 ár. Skal hetta framskrivast til næstu 75-100 árini, skal ein brúgvaloysn hava eina fríhædd upp á uml. 80-100 m og ikki 51 m sum ætlaða projektið. Og ein slík brúgv kostar og er uppaftur meiri følsom fyri síðuvindi. Longu nú hevur boripallur verið á føroyaøkinum, sum stingur 9,5 m (transit draft), men tá er 91 m oman á sjónum!

Duld dagskrá?

Eitt annað sum fellur í eyguni er prísásetingin fyri privatu verkætlanina. Har verður roknað við einum kostnaði upp á kr. 100 hvønn vegin. Men fyri hendan prísin kann ikki væntast tann stóra ferðslan gjøgnum tunnilin.

Tað optimala má verða, at tá ið tú ert staddur við Skipaneskrossin velur tú at fara til vinstru í staðin fyri til høgru. Ella ert staddur í Suðurstreymi og skalt til Skipaneskrossin vice versa. Munurin er uml. 30 km og sum kostar uml. kr. 30 at koyra. Summi roknað sparda tíð, men ikki øll. So tunnilin ber neyvan meir enn ein kostnað upp á 60-65 kr. fyri hvørja gjøgnumkoyring.

Men sjálvsagt. Við at rokna eitt høgt gjald fæst eisini ein øgilig sparing fyri landið, eftir mínari meting ein órealistisk høg sparing, við at gera tunnilin í almennum høpi. Hví verður roknað soleiðis? Er talan um eina dulda dagskrá?

Veruligu serfrøðingarnir ikki eftirspurdir

Í allari hesi tilgongd og øði undrar tað, at veruligu serfrøðingarnir, tá talan er um hesa verkætlan, ikki eru slopnir fram at eini mikrofon ella framman fyri eitt kamera. Teir tríggir serfrøðingarnir Niklas Foldbo, verkfrøðingur, sum hevur staðið fyri mestu tunnilisgerðini í Føroyum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur, sum nú er í altjóða starvi og Tummas Eliasen, fíggjarfrøðingur og fyrrv. stjóri í Lív, hava saman við Inga Højgaard, advokati og Símuni Johannesen, fyrrv. borgarstjóra verið teir, sum hava myndað tilgongdina av hesum projekti. Eitt projekt, sum enn ikki kann finnast at. Hví hevur ongin spurt teir?

Johan Petersen