Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fotograf, Mette Damsgaard Hansen

KvF manipulerar við boðskapinum hjá Framtakið

Tey halda seg ikki aftur  í KvF, at manipulera, soleiðis, at veljarin skal halda, at Framtakið er fyri at legalisera kannabis, sum rúsevni, men tað er ikki Framtakið, sum flokkur, sum hevur tann politikkin, sigur Arnfinn í Birtuni, valevni.

Arnfinn í Birtuni, vísir til tíðindini í KvF tann 16. august, klokkan 18:00, har samrøða er við Hallur Hjalgrímsson. Samrøðan varð klipt og sett saman á ein slíkan hátt, sum ikki vísti sannleikan, og harvið heldur ikki røttu myndina av politikkinum hjá flokkinum.

- Hallur hevur, sum flest allir føroyingar sínar prinsipiellu, og persónligu meiningar - eisini, tá tað kemur til legalisering av slíkum evnum, men tað er ikki Framtakið, sum flokkur, ið hevur tann politikkin, at legalisera kannabis, sum rúsevni, sigur Arnfinn í Birtuni, avgjørdur.

Tað fara vit ikki at brúka tíð uppá.

Framtakið er sett í verðina at legalisera kannabis, sum heilivág, at hjálpa teimum, sum hava verið og eru so ring av pínu, at tey, áðrenn hetta samfelagið vaknaði til hendan veruleikan,  ongan annan veg vistu sær enn at útvega heilivágin uttanlanda, uttan at hugsa um, at tað kundi vera lógarbrot.

Flestu minnast til konuna úr Norðoyggjum og onnur, sum alment fortaldi um sína lagnu og túrin gjøgnum kvørnuna hjá ákæruvaldinum, tí hon, av pínu og neyð, hevði hendan heilivágin í viðførinum, og bleiv tikin, og seinni dømd.

Hendan konan fekk samkenslu frá stórt sæð øllum føroyingum, sum skilti støðuna.

Men Framtakið fór nógv longur, og stovnaði flokkin, og var hetta ikki gjørt, so er onki at ivast í, at tað enn í dag ikki hevði borið til at fingið kannabis, sum linnandi heilivág. Aðrir flokkar máttu svølgja skommina í seg, og taka undir við Framtakinum, men eingin skal trúgva at teir meina nakað við tað.

Tí er brúk fyri at hunddalkað Framtakið, og senda Fakenews út sum rámasti sannleiki.

KvF er ein kittlisneis hjá fundamentalistunum,sum kundi leigað sær høli í "skeiva pakkhúsi", og bert fingið loyvi til at framleitt satiru, og skemt við tilskoti frá sjónleikaragrunninum, meðan onnur kompetent kundu framleitt tíðindini, sum samstundis eru saklig og óheft, siga fleiri Framtakshugaði í viðmerking til hetta neyðaregg í KvF, sum eingin rætthugsandi veljari eigur at taka í álvara.

Arnfinn í Birtuni, hevur bjóðað sær fram, at greiða frá støðuni hjá flokkinum, men tað sýnist ikki at vera tann stóri áhugin, at fáa sannleikan fram, og tað hevur reyði politiski ballónskiparin, og stratekurin, ongan áhuga í, skilst.