Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KVF pástendur uttan dokumentatión!

Tað ber ikki til siga, at teir pástanda móti betri vitan, tí teir vita kanska ikki betri.

30 januar viftaði Jan í KVF við nøkrum vøruseðlum, og pástóð, at Jørgin tók vørur út aftaná 1992, sum Jørgin annars segði, steðgaði tá hann fekk at vita, at felagið ikki hevði tollkredit.

Enntá vóru KVF so raskir at teir løgdu okkurt av hesum út á heimasíðu sína. Harav var okkurt, sum var á goymslu.

T.v.s. ikki tikið út av goymsluni. Men tað manglaði at tolla. Men tað sum Jan segði, var at Jørgin hevði tikið vøruna út av goymsluni. Tí segði Jan ósatt!

Síðan nevndu teir tríggjar sendingar og vístu til nakrar aðrar.

Tær tríggjar vóru 2.118 kg spønplátur, (mvg 1516,- og avgr. Gj.

30kr), 617 kg. Borðplátur (mvg 990,- og avgr. Gj. 30), 2876 kg Krydsfiner, (mvg 3915, 1424 tollur, og avgr. Gj. 30 kr.) Í alt er talan um kr. 7.935, harav meginparturin mvg, sum skal mótroknast.

Men sjálvandi skal rætt verða rætt. Tað skal tollast áðrenn tað fer út av goymsluni.

Men so skal tað eisini vera rætt hjá Journalistinum!!!! Tí kanska var vøran tollað!!

Øll vøran tollað og avgreidd** Jan gloymdi at viðmerkja eitt yvirlit hjá Tollstovuni í Vágum, sum sigur, at 29 september eru allar rokningar sum hann nevndi goldnar!

Listin er ikki dateraður. Tó haldi eg at hann kann vera frá 15/11-1993. Men á listanum standa eisini tvær sendingar datera 3&24/10-1993 kr. 1.714 í alt at gjalda og er tað fráboðað 5/11-93. Ein sending frá 7/11 undir avgr. T.v.s skjøl innsend, men tollur ikki útroknaður. Og ein sending frá 10/10-93 har skjøl ikki eru innsend. T.v.s. at alt er í ordan.

Eisini gloymur hann at fortelja, at á einum øðrum skjali stendur, at vøran er goldin.

Eisini gloymur hann at fortelja, at tað kom fyri at eftirlitislistin ikki altíð var ajour og tí kann vøra sum er tollað og útflýggjað vera á listanum og blíva bókað sum manglandi. Hetta stendur onkustaðni í rúgvuni av pappírum. Tað gekk alt ikki so skjótt tá í tíðini og tað vóru fleiri skipanir.

Eisini gloymdi hann at fortelja at tað er púra vanligt at vøra manglar. Tað hevur týdning, tá vit tosa um moral. Tað er ikki ómoralskt at gera líka sum øll hini! Hjá Atlantic Airways manglaði 100% av vørunum. Tað manglaði okkurt allastaðni!!! Tað sigur tann eina politirapportin!

Við øðrum orðum, so manglar framvegis prógv fyri at Jørgin tilvitað tók vørur út av goymsluni, uttan at tolla hesar fyrst.

Tað er trupult at síggja prógv fyri tí. Og ikki at gloyma, at tað sambært dómi í Føroya Rætti er Skipafelagið, sum hevur ábyrgdina av goymsluni.

Moralur og vanlig mannagongd

Tað var væl ikki ókent at vøra av kleyvarskapi ella fyri at lætta um, og ongantíð fyri at snýta, bleiv leverað (og framvegis í dag hendir slíkt) uttan at verða tollað. Sjálvur rokni eg við, at hetta eisini er hent hjá Niclassen.

Ímynda tær, at Jan Lamhauge býr í Sørvági og er í ferð við at smíða í kjallaranum og manglar tvær plátur. Skal hann sendast til hús aftur og bíða 2 dagar til vøran er tollgreidd ella skal hann fáa pláturnar ótollaðar? Vit vita hvat er rætt. Men hvat høvdu vit gjørt? Og hvat hevði Jan Lamhauge viljað havt okkum at gjørt?

At brúka hetta til moral 20 ár seinni er fjas. Um KVF heldur áfram á hendan hátt, oyðileggja tit KVF.

Og sum ein klókur maður segði: Eingin trúði at Landsbankin kundi avtakast overnight. So hví kann tað sama ikki henda KVF!

Gott í tykkum. Biðið Jørgin um umbering, fyri at tit kallaðu hann snýtara og gevist við mannajagstran, sum tit ikki koma nakran veg við.

Vit eiga KVF! Ikki tit! Tit hava ongan rætt at oyðileggja okkara KVF.

Eivind Jacobsen