Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvinnukórið Senjórítur í Dómkirkjuni

Kvinnukórið Senjórítur í Dómkirkjuni - leygardagin kl. 17.

Kórið, sum hevur 75 limir, var fyrst partur av Kvennakóri Reykjavíkur og var stovnsett í 1995. Nú er kórið sjálvstøðugt. Endamálið hevur alla tíðina verið at savna sangglaðar eldri konur, sum hava sungið við frægastu kórum í Reykjavík, og er aldursmarkið 60 ár. Vanligt er, at sum fólk eldast, gevast at syngja á hægsta stigi, men hava tó hug at halda áfram at syngja í kóri. 

Seníóritur venja eina ferð um vikuna, hava tvær almennar framførslur í høvuðsstaðnum um árið og fara á næstan hvørjum ári út um landið at hava eina framførslu. Tær hava verið við á landskórstevnu nakrar ferðir. Eisini hava tær mangar ferðir sungið á ellis-og røktarheimum. Songskráin er fjølbroytt, og tær syngja løg úr mongum ymsum londum, eittnú Bretlandi og Føroyum. Eyðvitað eru flestu løgini íslendsk, og eru tey eftir kend tónaskald, t.d. brøðurnar Jónas og Jón Múla Árnasynir og Atla Heimi Sveinsson.  Í oktober í fjør sang kórið saman við Ragga Bjarna og gekk tað avbera væl. Raggi telist millum mest vinsælu og virdu sangarar í Íslandi og syngur enn alment, nú hann er farin um tey áttati. Mangir føroyingar kenna hann eisini, m.a. fyri sangin Komdu í kvöld. 

Kórkonurnar eru úr 60 upp í 90 ára gamlar. Áhugin fyri kórsongi er óskerdur, og tær møta ótrúliga væl til venjingar. Ferðin til Føroya er fyrsta uttanlandsferð kórsins. Kórleiðari er Ágota Joó, og maður hennara, Vilberg Viggóson, hevur undirspælið, eins og hann hevur útsett mong løg fyri kórið. Sigrún Ósk Ingadóttir og Ragna S. Bjarnadóttir syngja einsong.

Einasta framførslan á ferðini til Føroya verður í Dómkirkjuni/ Havnar kirkju leygardagin 23. apríl kl. 17.00. 

Íslendskar senjoritur gleða seg almikið til ferðina og vilja sjálvsagt sleppa at syngja fyri so mongum sum møguligt.  Øll eru hjartaliga vælkomin!