Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvinnuróður 100 ár á baki

Tað var ein lýsing eftir kvinnuligum rógvarum í Tingakrossi í juli 1918, sum setti gongd á kvinnuróður í Føroyum. Høvið var tilstundandi ólavsøkuróðurin, og líka síðan hevur ólavsøkuróðurin verið fastur táttur av ólavsøkuni, ið sostatt hevur 100 ár á baki í ár.

Avsendarin av lýsingini var Andrea Árting, og hennara ynski var at prógva, at kvinnur kundu hava eins gott áralag sum menn. Undirtøkan fyri at luttaka á ólavsøkuróðrinum var so mikið góð, at tað eydnaðist Andreu at manna fimmmannafarið “Kristina” til ólavsøkuna í 1918. 

Kappróður var hennara stóri áhugi innan ítróttina, men Andrea brendi eisini fyri at tryggja javnrættindi millum menn og kvinnur í heila tikið. Hon stóð á odda í ótroyttiliga stríðnum, sum endaði við at kvinnur og menn loksins fingu somu løn fyri sama arbeiði í 1981. Tað er eisini hetta stríðið, ið hevur gjørt hana til ta stóru fyrimynd, hon er í dag.

Nú landið er í stevnu- og kappróðrarhýri, og ólavsøkan stundar til, ynskir Tórshavnar býarsavn at varpa ljós á hesa megnarkvinnu, sum slóðaði fyri, at kvinnur fóru at luttaka í føroyskum kappróðri og í almenna rúminum sum heild. Í hesum sambandi letur spennandi framsýning um Andreu Árting upp í hølunum innast á veghæddini hjá Býarbókasavninum mikudagin 11. juli kl. 10. 

Ivan Niclassen hevur framleitt tilfarið til framsýningina, og veitarar av myndum og skjølum eru Bjarni Rubeksen, Eyðun Árting, Kári Árting, Alan Brockie, Kalmar Lindenskov, Tjóðsavnið og Landsbókasavnið. 

Framsýningin verður opin til 12. august og er samskipað av Tórshavnar býarsavni.
Á móttøkuni mikumorgunin fer Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, at siga nøkur orð, og Býarbókasavnið bjóðar ein kaffimunn.

Øll eru vælkomin. 


Ein megnarkvinna.pdf