Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KVØLDSKÚLAFALDARIN Í HVØRT HÚS Í MORGIN

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli bjóðar øllum vælkomnum til enn eitt kvøldskúlaaár við nógvum spennandi avbjóðingum og tilboðum innan handaliga, listarliga og bókliga økið.

Kvøldskúlin er størsti og fjølbroyttasti skúli í landinum, tá ið hugsað verður um næmingatal og útboð av lærugreinum. Seinasta skúlaaár vóru tilmeldaðir 2.555 næmingar, útboðið av staklærugreinum er oman fyri 200, og av hesum eru fleiri enn 40 nýggjar lærugreinir. 

Kvøldskúlin fer framhaldandi at skipa fyri skeiðum í máli og mentan fyri fólki, sum ikki hava føroyskt sum móðurmaál. Útboðið verður eisini økt við framhaldsskeiðum innan økið. Eitt, sum eyðkennir samfelagið í dag er, at arbeiðslagið er broytt frá einum støðuføstum arbeiðsmarknaði til ein arbeiðsmarknað, merktan av skiftandi arbeiðstiáðum, útisiglarum og arbeiðsleysum. 

Harafturat blíva støðugt fleiri eldri í samfelagnum. Fyri at nevndu kunnu fáa gleði av stóra útboði Kvøldskúlans, fer skúlin aftur í ár at bjóða út styttri skeið, vikuskiftisskeið, morgunskeið og seinnapartsskeið.

Eins og undanfarin ár fer tilmeldingin fram á heimasiáðu skúlans. Undanfarin ár hava verið tvær tilmeldingar, men í ár verður bert ein tilmelding, hon byrjar mánadagin 31. august kl. 18 á www.kvoldskulin.fo og endar sunnudagin 6. september 2015, tó ber til at melda seg til skeiðini, sum byrja í januar 2016 til 13. desember 2015 ella so leingi, sum pláss er.

Fólk, sum ikki síggja seg før fyri ella ikki hava møguleika at nýta teldutilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at fara inn á skrivstovuna hjá Kvøldskúlanum. Stuttar frágreiðingar eru knýttar at flest øllum skeiðum. Hesar eru at finna á heimasíðu skúlans www.kvoldskulin.fo undir teiginum lærugreinir.

Fyri nøkrum árum síðani keypti kommunan gomlu sjónvarpsbygningarnar í Vørðsluni til kvøldskúla. Arbeiðið at umbyggja bygningarnar er byrjað, og í fyrsta byggistigi verða høli gjørd til veving og tónleik, sum Kvøldskúlin hevur.

Lærarar og starvsfólk skúlans ynskja øllum vælkomnum á Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla. Vit vóna, at øll fáa eitt gott og gevandi kvøldskúlaaár við nógvum og góðum upplivingum, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlastjóri, m.a. í fororðinum til faldaran, sum verður borin í hvørt hús mikudagin.