Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvøldtankar við Tórshavnar Kamarkóri

Í gjár lat TUTL út nýggja útgávu hjá Tórshavnar Kamarkóri, ið ber heitið "Kvøldtankar." Fløgan verður givin út í sambandi við, at Tórshavnar Kamarkór í ár hevur verið virkið í 30 ár. Kl. 16.30 verður almenn móttøka í TUTL handlinum á Káta Hornið. 

Á útgávuni eru 14 føroyskir sangir. Nakrir eru eldri og væl kendir, meðan flestu sangir ikki hava verið á nakrari útgávu áður. Allir eru teir tó sangir, sum eru ella hava verið partur av sangskránni hjá kórinum seinastu tíðina.

Ólavur Jøkladal, kórleiðari, stovnaði kórið í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Síðan tá hevur kórið havt ymiskar kórleiðarar, ið allir hava sett sín dám á kórið og sangskráir tess. 

 ernharður Wilkinson hevur verið leiðari hjá kórinum seinastu 7 árini, og hesa tíðina hevur kórið sungið nógv nýtt føroyskt tilfar umframt nýggj og eldri útlendsk verk.

Kamarkórið hevur verið rættiliga virkið og hevur luttikið á fleiri útgávum umframt, at kórið gav út fløguna "Várlongsil" í 1997. Kórið hevur lagt stóran dent á at hava konsertir kring Føroyar og hevur eisini javnan verið uttanlands á kórstevnum og konsertferðum. 

Umframt at hava vitjað í flestu grannalondum okkara, hevur kórið verið víðari úti í Evropa og vitjaði eisini í New York og New Jersey fyri tveimum árum síðani.