Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kyoto avtalan heldur fram, nýggj bindandi avtala frá 2020

Á ársfundinum hjá altjóða veðurlagssáttmálanum, COP 17, í suðurafrikanska býnum Durban varð semja um at leingja Kyoto avtaluna, og at arbeiða fyri eini nýggjari bindandi avtalu, sum skal fáa gildi í 2020.

Altjóða veðurlagsráðstevnan, COP 17, endaði sunnunáttina. Tá høvdu øll heimsins lond samráðst í tvær vikur fyri at fáa eina avtalu fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Málið hjá ST er, at alheims upphitingin ikki verður meiri enn 2ᵒC , men tá er neyðugt, at øll heimsins lond binda seg til at minka um útlátið, og serliga tey londini, sum hava størst útlát. Men ivasamt er, um málið verður rokkið.

Størstu “syndararnir” ikki við

Kina, USA og India, sum hava størstu útlátini av vakstrarhúsgassi, eru ímóti at binda seg til at avmarka útlátið fyrr enn aftan á 2020. Tí verður Kyoto avtalan, sum fer úr gildi í 2012, longd fram til 2020, tá ein nýggj bindandi avtala ætlandi skal koma í gildi.

Sambært Kyoto avtaluni hava ídnaðarlondini bundið seg til at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. USA hevur ikki tikið undir við avtaluni, og er tí ikki bundið av henni. Og hóast Kina og India eru tvey av londunum við størsta útlátinum, eru tey heldur ikki fevnd av avtaluni.

Føroyar ikki við

Sum kunnugt eru Føroyar ikki fevndar av Kyoto avtaluni. Tað merkir, at Føroyar ikki hava bundið seg mótvegis altjóða samfelagnum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Hin vegin samtyktu Føroyar í 2009 sín egna veðurlagspolitikk, sum ger greitt hvørji tiltøk landsstýrið vil seta í verk fyri at útlátið av vakstrarhúsgassi skal vera skert við í minsta lagi 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005.

Gongur ikki rætta vegin...

Sambært uppgerð av føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi fyri 2010 er tó einki, sum bendir á, at Føroyar hava gjørt nóg mikið fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Samlaða føroyska útlátið í 2010 er oman fyri útlátið í 2005, men hetta kemst partvíst av stórari øking í bunkring hjá útlendskum fiskiskipum í Føroyum seinnu árini.

Um søla av olju til útlendsk fiskiskip ikki varð tald við, var útlátið í Føroyum í 2010 4% undir útlátinum í 2005.

Útlátið minkar ikki av sær sjálvum

Tað er týðiligt, at oljunýtslan og harvið útlátið av vakstrarhúsgassi minkar tá oljan er dýr, men veksur aftur tá oljuprísurin lækkar. Fyri at fáa eina støðuga minking, er neyðugt at seta tiltøk í verk, bæði fyri at leggja um til varandi orkukeldur og fyri at eggja til orkusparing á øllum økjum innan húsarhald, vinnulív, ferðslu o.a.

Øll hava skyldu at minka útlátið

Hóast føroyska útlátið er evarska lítið í heimshøpi, hava vit eins stóra ábyrgd sum øll onnur at gera okkara til at minka um okkara útlát.