Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lærlingakrav í eygsjón Lærlingakrav í eygsjón

SKRIVSTOVULÆRLINGAR: Stovnarnir undir landinum fáa í framtíðini álagt at seta skrivstovunæmingar, hevur landstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, boðað frá. Ætlanin er tiltrongd og neyðugt, men fortreytin er, at pengar fylgja við, so at hettar ikki kemur sum steinur omaná byrðu hjá stovnunum, sigur Starvsmannafelagið

Tað almenna skal taka fleiri lærlingar inn. Fíggjarmálaráðið hevur fyrr heitt á leiðararnar fyri landsins stovnar um at taka fleiri lærlingar, men næsta stigið verður at seta hettar sum krav.

Hetta var boðskapurin hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum og formanni í Fólkaflokkinum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum seinasta leygardag. Sami boðskapur var at hoyra, tá ið hann herfyri legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 fyri løgtingið.

“Eisini hava vit sett okkum fyri, at tað almenna skal taka inn lærlingar. Næsta stigið verður at seta almennum stovnum krøv um lærlingar”, segði Jørgen Niclasen á landsfundinum.

Ov fáir lærlingar

Í november í fjør vendi Fíggjarmálaráðið sær til landsins stovnar við eini áheitan um, at seta fleiri skrivstovulærlingar.

Í brævinum varð gjørt var við, at stovnsleiðslurnar hava verið afturhaldandi við at seta lærlingar tey seinastu árini og at gongdin hevur verið ávirkað av sveiggjunum í búskapinum.

Tískil varð heitt á allar landsins stovnar um at umhugsa at seta fleiri lærlingar. Í áheitanini verða stovnsleiðararnir mintir á, at í “landsstýrinum er semja um, at landsins stovnar eiga at taka inn fleiri lærligar.”

Í mei í ár vendi Fíggjarmálaráðið sær til aðalsráðini, sum vóru biðin um at kanna hvussu støðan var í ráðum og á stovnum, og í hvønn mun áheitanin varð tikin til eftirtektar.

Men higartil er einki serligt komið burturúr.

Fíggjarmálaráðið sigur við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, at summir stovnar hava meldað aftur, men tað er bert ein minni partur, sum hevur gingið áheitanini um at seta lærlingar á møti.

Flestu stovnarnir, sum hava svarað, siga siga seg ikki hava ráð at hava lærlingar ella at seta lærlingar, tí at stovnarnir eru so hart fyrispentir fíggjarliga.

Kravboð næsta stigið

Av tí at stovnarnir ikki sjálvbodnir vilja seta næmingar, verður næsta stigið hjá Fíggjarmálaráðnum, at geva stovnunum kravboð um at seta næmingar.

Enn enn ongin endalig avgerð tikin um, hvussu hetta skal gerast. Tað, sum higartil hevur ligið í kortunum, er at áseta lærligakvotur, soleiðis at stovnar í ávísari stødd altíð skulu hava lærlingar.

Um lærligakravið skal útinnast við regluáseting ella beinleiðis kravboðum frá landsstýrismanninum er heldur ikki avgjørt enn, sigur Fíggjarmálaráðið við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum.

Pengar mugu fylgja við

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum fegnast um, at myndugleikarnir nú vilja gera nakað fyri at fáa fleiri skrivstovulærlingar á landsins stovnar. -Starvsmannafelagið hevur í fleiri ár gjørt vart við trupulleikan, at tað ikki hava verið settir lærlingar. Tað er neyðugt at seta við og at seta lærlingar, um vit skulu hava eitt samfelag við fjøltáttaðum útbúgvingarmøguleikum og eina væl virkandi fyrisiting, sum hevur starvsfólk við røttu førleikunum.

Selma Ellingsgaard leggur tó dent á, at peningur má fylgja við, um lærlingakravið skal kunna fremjast í verki.

- Eitt krav um at seta lærlingar má undir ongum umstøðum ganga út yvir verandi starvsfólkahóp ella hava aðrar óheftar avleiðingar fyri stovnarnar. Almennu stovnarnir er ríkiliga hart sperdir sum er, og hettar skilagóða og neyðuga stig má ikki koma sum steinur omaná byrðu, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.