Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Laksaprísurin hækkar nakað

Sambært www.Intrafish.no so er prísurin á laksi heldur betri í øðrum kvartali 2012 enn roknað var við fyrst í árinum.

Prísurin á laksi hevur ligið á umleið 27 norskum kr./kg seinastu mánaðirnar og seinastu viku hækkaði prísurin við 0,40 kr/kg. Hetta er heldur frægari enn væntað var við ársbyrjan.

Væntað var, at prísurin fór at fella niður ímóti teim 20 kr. eftir páskir, men so var ikki sjálvt um nøgdirnar av fiski til marknaðin eru stórar.

Prísurin er tó munandi lægri enn somu tíð seinasta ár.