Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landið er lopið frá avtaluni um innkomuvegin

Innkomuvegurin frá Eysturoyartunnlinum inn í Havnina er óansæð valdu loysnina ein landsuppgáva. Og ein loysn er vald, góðkend og undirskrivað  av Tórshavnar kommunu og samferðslumálaráðnum tann 7. oktober í fjør.

Innkomuvegurin, ið avtala er gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin.

Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekki, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum fer í størst møguligan mun at verða nýtt til vegagerðirnar.

Eisini sigur undirritaða avtalan, at tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestureftir til Oyggjarvegin.

Avtalan sigur somuleiðis, at pf/f Skálafjarðartunnulin skal rinda 27 mió., ið skal fíggja fyrsta part av vegnum frá rundkoyringini á Hvítanesi. Men nú landsstýrið onga játtan hevur sett av til  innkomuvegin, steðgar alt hetta arbeiðið upp.

Býráðsmeirilutin ikki lopin frá avtaluni
Helena Dam á Neystabø sigur í morgun av tingsins røðarapalli, at nýggi meirilutin í býráðnum í Havn hevur forkastað avtaluna um innkomuvegin, sum gjørd varð í fjør. Hetta er beinleiðis ósatt,  og tað veit Helena Dam á Neystabø sum býráðslimur væl.

Avtalan er framvegis galdandi. Í vár mælti borgarstjórin til at kanna eina tunnilsloysn undir Havnina. Hetta vann ikki frama, og tí staðfesti borgarstjórin, at arbeitt verður eftir gjørdu avtaluni. Síðandi hava fleiri fundir verið við landsstýrismannin um málið, har útgreinandi arbeiði er gjørt í samband við innkomuvegin.

Í svari til fyrispurning frá undanfarna borgarstjóra sigur Henrik Old í mai mánaði í ár, at hann "staðfestir, at hann hevur gjørt avtalu við Tórshavnar kommunu, sum skuldi havt við sær, at vegurin er liðugur, tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2020."

Innkomuvegurin kostar áleið 250 mió kr. Men nú sitandi samgonga á løgtingi bara játtar 2,5 miljónir til hesa verkætlan í  2018 - og onga játtan í 2019 og 2010 - mugu vit staðfesta, at landið er lopið frá avtaluni. Hetta er sera álvarsligt, tí í 2020, tá tunnulin inn í Eysturoynna letur upp, verður ein stórur ferðsluruðuleiki í Havn, verður ongin innkomuvegur gjørdur nú.

Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað eina avtalu og hon verður hildin. Men vit bíða framvegis eftir, um sitandi meiriluti á Løgtingi heldur síni lyfti. Higartil er onki hent.

Annika Olsen
Borgarstjóri