Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsbankin avtakast: Talan um Payback Time

Fleiri hava undrast yvir, hví Landsbankin skal sparast burtur, men knappliga vísir Vágaportalurin vegin. Har hava tey biðið um alment innlit í sáttmálum, onkur frammanundan hevur verið vitandi um, og hevur brúk fyri at seta kykaran á fyri at rættvísgera, at knívurin rakar so meint inn í eitt eftirlit, sum í øðrum londum verður mett, sum ein sjálvfylgja.

Men lat okkum stutt hyggja uppá grundgevingarnar hjá hesum portalinum, ið m.a. skrivar:

Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur, hevur av og á havt drúgvar greinar, har hansara búskaparliga eyga hevur hugt nærri at tí føroyska samfelagnum, og serliga viðvíkjandi rotinskapi og sviki.

Og stutt eftir at nýggja samgongan hevði tikið við, og eisini undir pedagog-stríðnum, var búskaparfrøðingurin rættiliga úti við rívuni í langari grein, har hann bæði langaði hendavegin og handavegin eftir øllum bandittunum í Føroyum…, skrivar portalurin:

…Eisini skrivaði búskaparfrøðingurin í somu grein um fíggjarmálaráðharran: "sum sigur seg ansa væl eftir peningi hjá tí almenna. Men hóast løgmaður hevur róst matematisku evnum hansara til skýggja, ivist eg í, um Jørgen Niclasen hevur evnini til at skilja smátt frá stórum, tá ið hann roynir av verja virðini hjá okkum skattgjaldarum. Heldur ikki dugur hann at halda skil á ‘+’ og ‘-‘, tí møguligar inntøkur ætlar hann at gera um til ovurstórar studningsútreiðslur".

Vágaportalurin bað herfyri um innlit í allar sáttmálar, ið Landsbankin hevur við sínar samstarvspartar.

Í sáttmálanum kemur fram, at Jonhard Eliasen skal arbeiða í Landsbankanum við eini tímaløn á 450 kr. …

....Sum áður nevnt, so er tímalønin hjá Jonhard Eliasen 450 kr. Sostatt fær hann 18.000 kr í løn um vikuna, um hann arbeiðir 40 tímar um vikuna. Og gevur tað við 52 vikum um árið eina ársløn uppá 936.000 kr, ið samsvarar við eina mánaðarløn á 78.000 kr, sum er umleið 20.000 kr meira um mánaðin enn tær allar hægstu stjóralønirnar í landsstýrinum.

Hinvegin arbeiðir hann hálva tíð – tað er í meðal 20 tímar um vikuna – so verður mánaðarlønin "bara" 39.000 kr.

Landsbankin avtakast: Talan um Payback Time.

Tað kostar at seta ein kritiskan búskaparfrøðing á lønarlistan.