Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landskassin er vorðin ein ynskibrunnur

Fái ikki latið vera við at viðmerkja ein part av retorikkinum hjá fíggjarmálaráðharranum, nú játtanarkarmarnir eru lagdir fram ein leygarmorgun í bestu feriutíð.

M.a. verður sagt, at
• tað almenna vil altíð hava meira, 
• landsstýrisfólk hava altíð nógv ynski,
• tørvur kann ikki nøktast, tí hann vil altíð koma aftur.

Almannaverkið og Heilsuverkið kunnu ikki fáa tað, tey ynskja sær. Tað ljóðar, sum um tað eru jól, og landsstýrisfólk hava sent ynskilistar til fíggjarmálaráðharran.

Landsstýrisfólkini, sum eru fólkini hjá sitandi samgongu, verða niðurgjørd á ein hátt, sum eg ikki hevði funnið meg í. At lýsa tørvin fyri eitt málsøki, er tann týdningarmiklasta uppgávan hjá einum landsstýrisfólki, sum er sett at tæna borgarunum. Um ikki landsstýrisfólk skilja tørvin hjá føroyska borgaranum, so kann landsstýrisfólkið ikki røkja sína uppgávu.

Janus Rein viðmerkir, at hann fegnast um, at rokningin hesa ferð ikki verður send familjunum og vanliga borgaranum. Kann Janus Rein siga okkum, hvør tað er, sum hevur tørv á Heilsuverkinum og á Almannaverkinum, um tað ikki eru familjurnar og vanligi borgarin?

Meðan sitandi samgonga hevur havt leiðsluna, er tað almanna starvsøkið pínt niður á botn og er skorið inn á bein, har er einki eftir at taka; tvørturímóti má játtast tað sum skal til fyri at reka økini forsvarliga. 

Almannaverkið er skert so nógv, at virðini í námsfrøðiliga arbeiðinum eru í vanda. Starvsfólk skulu alsamt fyrihalda seg til støður, sum eru kompleksar og íkomnar av, at samfelagið ikki rúmar allar borgarar. Arbeiðið gongur í stóran mun út uppá at sløkkja eldar heldur enn at leggja námsfrøðilig mál fyri arbeiðið saman við borgarunum. Leiðarar og starvsfólk hokna undir strongd og truplum arbeiðsviðurskiftum, og borgarar fáa ikki ta hjálp, teimum tørvar.

Viðgerðir í Heilsuverkinum eru tengdar at longum bíðilistum, og tað sýnist, sum bæði læknar og heilsustarvsfólk eru koyrd út á eina egg og fáa ikki toygt seg longur. Alt verður gjørt fyri at sjúklingurin ikki skal merkja, hvussu ring støðan veruliga er, og starvsfólk brenna út og gerast strongd av at ganga ímóti sínum etisku og moralsku virðum og sannføringum og av at renna skjótari, enn tey í veruleikanum megna og eiga.

Eg haldi ikki, at tað sømir seg hjá landsstýrisfólkum ella politikarum at undirmeta tørvin hjá borgarum og at niðurgera tey starvsfólk og ta fakligheit, sum tænir borgaranum í hesum landi. Vit hava øll tørv á einum fakliga sterkum og væl riknum Almannaverki og Heilsuverki, og til tað krevst peningur og faklig vitan.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag