Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landspolitiski ágangurin á Havnina stendur við

Tað vísir seg at vera sterkar kreftir í politisku skipanini, sum framvegis royna at leggja forðingar í vegin fyri at menna høvuðsstaðin, her útbyggingina av Tórshavnar havn. 

Tað seinasta er, at verkætlanin nú skal undir luppin hjá landsstýrismanninum í Mentamálum, Bjørn Kalsø, og at hann vil hava ein dialog við Tórshavnar kommunu.

Landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, heldur fram at sáa mistreysti og leggur upp til at draga byggiverkætlanina út, soleiðis at hon skal fara fyri bakka. Hetta ger hann tí hann veit, at hann hevur uppbakning í samgonguni til at leggja forðingar í vegin. 

Hví tekur landsstýrismaðurin sær ikki av tí hann er settur í verðina til, sum landsstýrismaður í Menta- og Skúlamálum, nevnliga at styrka mentanarlívið og útbúgving í Føroyum. Knappliga so blandar hann seg í mál, sum hann onki hevur við at gera, t.e. fiskivinnumál og heilsumál. Í hesum føri er tað vinnuliga verkætlanin hjá Tórshavnar havn, sum hann roynir at steðga.

Komi ongantíð at góðtaka, at kommunali sjálvsavgerðarrætturin soleiðis verður tikin frá høvuðsstaðarkommununi, serliga tá talan er um ein útjaðarapolitikara, sum stendur aftanfyri, umframt onnur, sum ikki vilja Havnini nakað gott. 

Annfinn Brekkstein
Valevni Sambandsfloksins til Løgtingsvalið