Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð

Føroya Landsstýri gevur út nýggja lánsbrævarøð, sum verður listað 11. juni 2012 á Nasdaq OMX Iceland og á Nasdaq OMX Copenhagen.

Lánsupphæddin er 1.123 mió kr. Peningurin verður brúktur til at fíggja part av halli í 2012 (140 mió kr), til at endurfíggja afturgjalding av brævaláni 11. juni 2012 og avdrátt av øðrum láni 11. Juni 2012 (tilsamans 930 mió kr) og til at endurfíggja afturkeyp av lánsbrøvum (53 mió kr) . Í sambandi við at lánsbrøv verða afturkeypt, verður brævalánið sum gongur til 10. juni 2018 minkað samsvarandi.

Lánið er eitt trý-ára standandi lán við fastari rentu, sum fellir til gjaldingar 11. juni 2015. Navnarentan er 1,50% p.a. Rentan til íleggjarar er trý-ára swap renta + 0,60 % p.a. – tilsamans 1,43% p.a.

Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Lántøkan er fyrireikað av Landsbanka Føroya og Nordea Bank. Sølustøð í Føroyum hava verið Bank Nordik og Eik Banki.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fegnast um tað sera lágu rentuna og at sølan hevur gingið væl.