Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð

Týsmorgunin 2. juni seldi Føroya Landsstýri fyri 1,045 milliard krónur í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk skjótt og væl; longu eftir einum tíma vóru øll lánsbrøvini seld. Tey vóru seld í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið skal rindast aftur 11. juni í 2020, tað vil siga um fimm ár. Lánið er eitt standandi lán við fastari rentu. Navnrentan ella nominella rentan er 1%, og effektiva rentan til íleggjarar er 0,963%. Kursurin er 100,18.

Meginparturin av peninginum skal nýtast til at rinda skuld aftur, ið fellur til gjaldingar í juni 2015 og til at fíggja hall á fíggjarlógini í 2015.

Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 11. juni 2015 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn. Isin koda er DK0030361894.

Fígging Landsins á Gjaldstovuni og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Eik Banki og Norðoyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.