Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið latið Løgtinginum 36 uppskot

LØGTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 82 uppskot fyri Løgtingið, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

Landsstýrið hevur seinastu tveir dagarnar latið Løgtinginum í alt 36 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá fleiri stjórnarráðum.

Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:

Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017

Uppskot til løgtingslóg um filmshús
Uppskot til løgtingslóg um húsarhaldsskúlar
Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnugrunn
Uppskot til løgtingslóg um djórasjúkur
Uppskot til løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 82 uppskot fyri Løgtingið.
Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7.mars 2017.

Uppskotini, ið landsstýrið hevur latið Løgtinginum, kunnu lesast her: http://www.lms.fo/kunning/landsstyrisfundir/

----------

Um freistina at lata Løgtinginum uppskot 
Sambært § 54 í tingskipanini skulu uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar - fyri at verða viðgjørd - verða framløgd innan 8. mars, tvs. í seinasta lagi týsdagin 7. mars. Sambært § 38 í tingskipanini, skulu hesi uppskot vera formanninum í hendi í seinasta lagi 6. yrkadagin frammanundan.