Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaður stovnar tunnilsfelag

Í gjár hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sett á stovn tunnilsfelagið, ið skal standa fyri Føroya størstu verkætlan, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal byggja og reka sambandið millum Streymoy og Eysturoy eins og sambandið millum Streymoy og Sandoy.

Felagið er stovnað við 15 mió. kr. í eginogn, sum samsvarar við játtanina á fíggjarlógini.

Ætlanin er, at felagið byrjar forkanningar í ár, og at boring fyri Eysturoyartunlinum byrjar longu um tvey ár. Sambært ásetingum í lógini, skal boringin fyri Sandoyartunlinum byrja í seinasta lagi 2018. Eftir ætlan verður koyrandi í báðum tunlum í 2021.

Roknað verður við, at tunlarnir fara at fremja flytførið munandi og at stimbra búskaparvøksturin í Føroyum. Tunlarnir fara eisini at binda føroyska samfelagið enn betur saman.

Lógin um fast sambond millum Streymoy og ávíkavist Eysturoy og Sandoy byggir á eina semju millum allar flokkar á tingi. Lógin varð samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

"Politisku flokkarnir eiga rós uppiborið fyri, at vit í felag kundu finna eina breiða politiska semju í hesum týðandi máli, ið annars hevði so nógv rumbul við sær. Semjan er nú vorðin meira ítøkilig við tað, at felagið er stovnað. Í landsstýrinum fegnast vit um hetta týðandi stig", sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, ið varðar av tunnilsmálum.

Bergur Poulsen, fyrrverandi stjóri á Havsbrún og verandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, er valdur til formann í felagnum. Næstformaður er Evy Jacobsen, og hinir nevndarlimirnir eru: Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge, Marita Hentze, Christian Danielsen og Gunnvá á Lofti.

Felagið fer í næstum at søkja eftir stjóra at leiða virksemi felagsins. Nevndin roknar við, at stjóri er settur innan 3 mánaðir.

Fíggjarmálaráðharrin hevur góðkent at nevndarsamsýningin verður 4.000 kr. um mánaðin til vanligan nevndarlim. Næstformaðurin fær 1,5 ferðir hesa upphædd og formaðurin 2 ferðir upphæddina.

Aðalfundurin hevur valt Numo til grannskoðara. Grannskoðanin av nýggja partafelagnum varð boðin út á www.keypsportal.fo. Inn komu trý tilboð, og lægsta tilboðið átti Numo Grannskoðanarvirki.

Rundskrivið um eftirkanning kann lesast herhttp://docreader.readspeaker.com/docreader/?cid=btsjm&lang=en_us&url=http%3A//tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx%3FFile%3D%252fFiles%252fFiler%252fPHJ+f%2526iacute%253blur%252fEndaligt+uppskot+til+rundskriv+um+eftirkanning.+12.5.2014.pdf