Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaður vil rudda slóð fyri útflutningi til Brasilia

Á europeisku fiskivinnumessuni í Brússel hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, avtalað við brasilskar myndugleikar, at londini skulu arbeiða fyri at gera eina heilsufrøðiliga avtalu, ið kann slóða fyri føroyskum útflutningi av fiskavørum til størsta landið í Suðuramerika.

- Nú hava vit tikið fyrsta stigið, ið vónandi ber í sær, at einar nýggjar dyr verða latnar upp fyri føroyskan útflutning av fiski.

Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum er staddur á árligu fiskivinnumessuni í Brússel, European Seafood Exposition.** Hann hevur á messuni hildið fund við, Sebastiao Saldanha Neto, stjóra í brasilska stjórnarráðnum fyri fiskivinnu- og landbúnað.

Teir báðir komu ásamt um, at nú fara føroyskir og brasilskir myndugleikar at samskifta um at fáa í lag eina heilsufrøðiliga avtalu landana millum.

- Fyrsta treyt fyri at flyta føroyskan fisk inn á tann ovurstóra brasilska marknaðin er, at tey veterineru viðurskiftini eru í lagi. Hesum vil eg fegin virka fyri, so gongd kann koma á útflutning til Brasilia, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Føroyar hava áður útflutt fisk til Brasila, serliga saltfisk.

Brasilia er ein áhugaverdigur marknaður fyri føroyskar fiskavørur. Brasilia er heimsins fimtastørsta land, bæði tá ið umræður stødd og fólkatal, og marknaðurin er ovurstórur við sínum uml. 193 milliónum íbúgvum.

Brasilia er eitt av teimum sonevndu BRIK-londunum, sum seinastu 10 árini hava havt stóran búskaparvøkstur og tí eru áhugaverdir samhandilspartnarar. Hini BRIK-londini eru Russland, India og Kina.

Tað var uttanríkistænastan, ið eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum hevði avtalað fund vid landabásin hjá Brasilia á fiskivinnumessuni í Brússel.