Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin á fundi við limirnir í Vinnuhúsinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði fyri heimleiðistiltaki hósdagin í farnu viku. Áleið hálvthundrað limir luttóku.  

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevði framløgu um tær vinnupolitisku ætlanirnar, sum nýggja landstýrið hevur. Hann tosaði m.a. um uttanríkisviðurskifti og vøkstur í verandi og nýggjum vinnum.

Tað kom fram á fundinum, at vinnan kann rokna við fleiri gjøldum í hesum valskeiðinum. Poul Michelsen vildi tó ikki ítøkiliga nevna, júst hvørji gjøld eru í væntu og hvørjar vinnugreinar serliga verða raktar. Tað kom kortini fram, at talan verður um hækking av tilfeingis- og loyvisgjøldum, og tosað var eisini um hægri oljuavgjald.

Landstýrið hevur áður ført fram, at fiski- og alivinnan skal fíggja ein stóran part av teimum broytingunum sum liggja fyri framman, og hetta endurtók landsstýrismaðurin. Harafturat verða brúkaragjøld ein partur av inntøkugrundarlagnum, og eisini her skal vinnan gjalda. Greitt varð sostatt, at ein stórur partur av rokningini fyri ætlanirnar hjá landsstýrinum verður send vinnuni.

Nakað bjartari vóru tó boðini til matstovuvinnuna, tí arbeitt verður við lagaligari treytum í innkeypinum av øl og vín til loyvishavarar.

Eftir fundin fingu luttakararnir høvi at práta við landsstýrismannin og steðga á til kaffi og køku.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ætlar javnan at skipa fyri heimleiðistiltøkum fyri limum í feløgunum í Vinnuhúsinum. Endamálið er at geva limum høvi at hittast til prát og netverkan, samstundis sum viðkomandi evni eisini verða á breddanum.