Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum svarað fyrispurningi um sparingar á Strandferðsluni

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað § 52a fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um sparingar á Strandferðsluni

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Hvussu nógv kostaði tað Strandferðsluni at keypa Alpha Pilot, rigga hann til og seta hann í sigling millum Gomlurætt og Hest?

Hvussu nógv hevur raksturin av leiðini kostað higartil í ár?

Hvussu hevur landsstýrismaðurin fíggjað keypið og raksturin?

Hvussu nógv skal Strandferðslan spara fyri at fáa játtanina fyri 2019 at halda?

Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at játtanin fer at halda?

Tekur landsstýrismaðurin undir við spariætlanini hjá Strandferðsluni, sum millum annað ber við sær at hækka ferðaseðlaprísirnar á nólsoyar- og suðuroyarleiðini?

Svar
Til spurning 1
Við keypinum av Alpha Pilot hevur SSL fingið ein tiltøkubát í staðin fyri Súluna, sum ikki var egna til ferðafólkaflutning. Eyðsýndi fyrimunurin við keypinum er, at raksturin á Sandoyar- og Hestleiðini nú kann fremjast á ein meira smidigan hátt enn higartil. Eisini kann Spógvin í eini knappari vending setast inn á aðrar leiðir hjá SSL.

Á fundi við SMR í decembur í fjør játtaði SSL at royna Jósup á Hestleiðini. Hetta skuldi vera eina royndarverkætlan fyri fyrsta ársfjórðing 2019. Um ynski var at halda áfram við hesum, skuldi bátur keypast og manning setast burturav til henda bát.

Alpha Pilot kostaði kr. 399.000 at keypa. Harafturat blivu brúktar kr. 270.000 til at klárgera bátin. Nautisk útgerð bleiv dagførd, báturin bleiv málaður og eisini gjørd landgongd sum hóskar til flótibrúgvarnar. Súlan bleiv síðani seld fyri kr. 200.000
 
Til spurning 2
Royndartíðin, tvs. 1. ársfjórðingur kostaði kr.240.000. hetta var fyri tað mesta løn til uttanhýsis skipara frá reiðarínum Sp/f Mykines. Eins og við Súluni hevur Spógvin síðani 1.apríl bara brúkt manning sum longu eru í umfari á SSL t.v.s, at eingin serstøk setan hevur verið til Spógvan. Hetta kostar SSL uml. kr. 40.000 um mánaðin.
 
Til spurning 3
Keypið av Alpha Pilot bleiv fíggja av rakstrarjáttanini hjá SSL. Fyrimunirnir eru munandi; keyptir viðlíkahaldstímar úr landi til Teistan eru minkaðir og viðlíkahaldsarbeiði um náttina er fyri stóran part burtur. Hetta tí at Teistin siglir færri túrar út í Hest. Eisini er ein oljusparing uppá uml. kr. 10.000 um vikuna. At Teistin siglir færri túrar út í Hest sparir eisini uppá skrúvuskipanina og er eisini við til at minka váðan tá líkindini ikki eru til vildar. 
 
Til spurning 4
Við einum peningarensli uppá kr.235 mio. og við gomlum skipum vilja metingar hava eina ávísa óvissu við sær. Framskrivingarnar siga, og hava líka síðani novembur í fjør, sagt uml. 4,7 mio.  Tað er tí ikki rætt at tvinna Hestleiðina uppí málið um ov lítla rakstrarjáttan fyri 2019.
 
Til spurning 5
Ymsir møguleikar fyri øktum inntøkum og sparingum verða kannaðir í løtuni. Hetta kann føra við sær, at nakrir sáttmálar skulu endurskoðast og møguliga uppsigast á øllum tænastuøkjum hjá Strandferðsluni. Ikki lógarásett viðlíkahaldsarbeiði verður útsett nakrar mánaðir. Eisini verður hugt eftir um serligar inntøkur frá útlendsku ferðavinnuni kunna skapast.
 
Til spurning 6
Játtanin skal haldast og einasti máti at halda játtanina er annaðhvørt príshækkingar ella at tænastustøði lækkar.

Upplýsast kann at als ongar prístalsreguleringar hava verið á tænastuni hjá Strandferðsluni síðani 2006. Spurningurin er um hetta er rætt?

Fyri at tryggja inntøkugrundarlagið hjá Strandferðsluni eiga vit helst at seta eina slíka skipan í verk. Og eigur hetta at verða tikið við í fíggjarlógarviðgerðina fyri 2020.