Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin skal taka eitt yvirskipað atlit til allar bilførarar

Eisini skal landsstýrismaðurin taka eitt yvirskipað atlit til allar bilførarar, sum hava rætt at nýta píkar í nevnda tíðarskeiði, tí teir kenna bestu trygd í ferðsluni at skøða bilin við píkadekkum. Her verður serliga hugsað um tey, sum koyra millum bygdir og uttan fyri økið Tórshavn, sum skulu upp í hæddirnar, har kavi legst og hálka er, á ferðini til aðrar bygdir og til Tórshavn. 

Henrik Old, landsstýrismaður, svarar uppá skrivligan fyrispurning nr. 43/2016 eftir § 52a í Tingskipanini frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um píkadekk 

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum?

Svar:
Nýtslan av píkadekkum hevur síðan 1. desember 1976 verið avmarkað til tíðarskeiðið frá 16. oktober til 30. apríl. 

Í 2005 kom ein nýggj kunngerð um nýtslu av píkadekkum, har ásett var størsta tal og mest loyvda vekt á píkum fyri hvørt dekkið, sum hevði sum endamál, at píkarnir skuldu vera lættari fyri at avmarka slitið á vegunum. 

Í 2013 kom ein nýggj kunngerð um nýtslu av dekkum, har tað í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl ikki er loyvt at nýta summardekk teir dagar, tá ið hálka er. Í hesum tíðarskeiði kunnu ístaðin verða nýtt vetrardekk ella píkadekk. 

Í sambandi við regluligt bilsýn á Akstovuni í vetrarhálvárinum, skrásetir Akstovan, um bilar eru skøddir við píkadekkum ella ikki. 

Ein samanbering av kannaðu akførunum við og uttan píkadekk á øllum sýnsstøðum í desember 2015 og 2016 vísti hetta úrslit:

Ár/mánaður Tal VIÐ píkum Prosent VIÐ píkum Tal UTTAN píkar Prosent UTTAN píkar Tal sýnað íalt
2015-12          127             19,42               527                     80,58            654
2016-12          179             20,81               681                     79,19            860

Uppgerðin vísir, at í desember mánað bæði árini koyrdu umleið 80 prosent av kannaðu akførunum uttan píkar, og bara umleið 20 prosent av akførunum við píkum. 

Sum spyrjarin vísir á, so hava norðmenn valt at avmarka nýtsluna av píkadekkum í teimum stóru býunum, orsakað av vansum við dusti og harav standandi dálking. Kanningar í Norra vísa, at í býunum, har nýtslan er avmarkað við avgjaldi á akførum, ið nýta píkadekk, koyra millum 80 og 85 prosent av akførunum uttan píkar, meðan umleið 80 prosent av akførunum á vesturlandinum norðan fyri Tróndheim koyra við píkum. 

Royndir úr Norra vísa eisini, at tað, at ein ávísur partur av bilunum koyra við píkum, hevur gagnliga ávirkan á vegtakið, við tað at píkarnir í ávísan mun ríva upp ísin á akbreytini, sum er til fyrimuns, bæði fyri tey, sum koyra við og uttan píkum. 

Spyrjarin spyr, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum her á landi, møguliga við avgjøldum, sum í Norra. 

Sum tað framgongur av kannaðu akførunum í desember í 2015 og 2016, koyra umleið 80 prosent av akførunum her á landi uttan píkar. Hetta er nakað sama prosenttal, sum koyra í stóru norsku býunum uttan píkar, har avgjald er lagt á akfør, sum nýta píkadekk. 

Sum er, liggur nýtslan av píkadekkum her á landi lágt í mun til t.d. á vesturlandinum í Norra, og spurningurin er, hvørja ávirkan eitt avgjald á nýtsluna av píkadekkum hevur her í mun til ta orku, sum skal til, fyri at umsita eina slíka skipan.

Eisini skal landsstýrismaðurin taka eitt yvirskipað atlit til allar bilførarar, sum hava rætt at nýta píkar í nevnda tíðarskeiði, tí teir kenna bestu trygd í ferðsluni at skøða bilin við píkadekkum. Her verður serliga hugsað um tey, sum koyra millum bygdir og uttan fyri økið Tórshavn, sum skulu upp í hæddirnar, har kavi legst og hálka er, á ferðini til aðrar bygdir og til Tórshavn. 

Grundað á hesar veruleikar, hevur landsstýrismaðurin í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum. 

Tórshavn, tann 11. januar 2017

Henrik Old
landsstýrismaður