Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismenn í gávuhýri

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur gjørt greitt, at tað skal verða ókeypis at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fráboðað, at tað skal verða ókeypis at ferðast við Strandfaraskipum Landsins, og tí ynskir tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkinum Kári P. Højgaard svar frá løgmanni um hvørji uppskot verða borðin løgtinginum í hesum valskeiðinum.  

Tíðindaskriv í samband við munnligan fyrispurning til løgmann.

Bert 8 mánaðir eftir
Í grundgevingini til munnliga fyrispurningin sigur Kári P. Højgaard, at bert átta mánaðir eru eftir av hesum valskeiði og eingin ábending er higartil komin um, at landsstýrið fór at fremja umfatandi broytingar í ferðakostnaðinum her á landi, t.v.s. í bóklinginum: “Á rættari kós, ella játtan á fíggjarlógini”.

Hvussu nógv kosta tey
Sum øllum kunnugt fara slík uppskot at ávirka inntøkur og útreiðslur landskassans munandi, og tí er tað ikki meira enn rímiligt, at løgmaður upplýsir fyri løgtinginum hvørjar óvæntaðar høvuðsbroytingar, samgongan ætlar at fremja í hesum valári, sum komandi árini fara at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið.

Hvussu skulu tey fíggjast?
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur ynski um at løgmaður svarar nágreinilga, hvussu stórur kostnaðurin verður, um ætlanirnar verða framdar, og hvussu slík uppskot skulu fíggjast?

Eisini vil tingmaðurin hava løgmann sum samgonguleiðara at svara, um hann góðtekur at hesi uppskot verða borin løgtinginum í hesum valskeiðinum.