Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk skipar fyri hugskotskapping

AVBJÓÐING: Landverk skipar komandi hálvár fyri kapping um verkætlanir. Lesandi, nýútbúgvin og onnur við áhuga fyri virkisøkjunum hjá Landsverki fáa nú møguleika fyri at gera seg galdandi í eini kapping um verkætlanir, ið antin eru nýskapandi ella stuðla undir menning av verandi virkisøkjum. Kappingin er liður í einum átaki um at fáa útisetar heim til Føroya at arbeiða.

Tey, sum vilja nýta sínar ástøðiligu førleikar í verki, fáa komandi hálva árið eitt frálíkt høvi til at royna seg. Í sambandi við Jobmatch 2012 fer Landsverk at skipa fyri eini kapping, har lesandi, nýútbúgvin og onnur við góðum hugskotum til eitt ella fleiri av virkisøkjunum hjá stovninum, fáa møguleika fyri at koma við uppskotum til, hvussu ítøkiligar avbjóðingar kunnu loysast.

Málbólkurin, sum kappingin vendir sær til, eru bæði nýggj lesandi og fólk við bachelor, kandidat ella phd-útbúgving. Nærliggjandi útbúgvingarøki eru innan verkfrøði, byggifrøði, arkitektur, búskaparfrøði, leiðslu, HR, samskifti ella KT. Ein slík kapping er uppløgd at taka støði í fyri tey, sum skulu í gongd við serritgerð ella onkra aðra verkætlan. Tað ber til at tekna seg til kappingina bæði sum einstaklingur ella sum bólkur.

Virkisøkini eru landsvegakervið og ferðsla, bygningar, arkitekturpolitikkur og samferðsluætlan, tilbúgving, havnir, siglingarleiðir, veðurtænasta umframt asfalt- og skervframleiðsla. Harumframt hevur Landsverk eina stjórnardeild, ið tekur sær av fíggjar- kt-, starvsfólka- og kunningarviðurskiftum. Fólk, ið hava áhuga fyri hesum viðurskiftum, eru eisini vælkomin at luttaka í kappingini. Vinnararnir av kappingini fáa virðislønir.

Eins og Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroysk arbeiðspláss og útisetar umframt lesandi føroyingar, er endamálið við kappingini at koma í samband við lesandi og onnur við góðum hugskotum til, hvussu Landsverk kann gerast enn betri til at byggja land. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum. Luttøka í kappingini er harumframt eitt gott høvi hjá fólki at fáa innlit í ein framkomnan stovn og eitt møguligt framtíðar arbeiðspláss. Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum lesandi og onnur fyri at søkja størv og praktikkpláss, umframt at skriva verkætlanir á Landsverki.

Jobmatch verður fyriskipað av Tórshavnar Kommunu í samstarvi við Altjóða Skrivstovuna, Vinnuhúsið og Meginfelag Føroysku Studenta, MFS.

Lesið meira um hugskotskappingina við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=19718