Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat okkum ikki vera seinasti skansin, har ósaklig uppsøgn er loyvd

Stuðulslýsing frá Starvsmannafelagnum:

Starvsmannafelagið stuðlar fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum m.a. krevja, at starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum skulu vera vard móti ósakligum uppsagnum

Tað er ótrúligt at ímynda sær, at tað, í 2018, veruliga er neyðugt hjá fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum í sáttmálasamráðingunum at skulu stríðast við áseting, sum verjir starvsfólkini móti ósakligari uppsøgn.

Eitt av sáttmálakrøvunum hjá arbeiðarafeløgunum er, at ásett verður í sáttmála, at arbeiðsgevarar ikki mugu siga starvsfólk úr starvi, um uppsøgnin er órímiligt ella ósaklig.  Júst, so sum kravið er á almenna arbeiðsmarknaðinum, og sum kravið er á arbeiðsmarknaðinum generelt í okkara nærmastu grannalondum.

Men í Føroyum er hettar ein so stórur gloypibiti hjá arbeiðgevarunum, at teir tykjast vera til reiðar at leggja alt landið lamið fyri hesa søk. Sum aðrastaðni leingi hevur verið ein heilt natúrligur rættur.

Á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum eru starvsfólk – gjøgnum fyrisitingarrættin – vard móti ósakligari uppsøgn.

Tað sama er galdandi fyri starvsfólk í okkara grannalondum generelt. Í Danmark hevur verja móti ósakligari uppsøgn verið staðfest í høvuðssáttmálunum í fleiri áratíggjur, og tey, sum koma undir funktionerlógina, hava somu verju.

Í Svøríki og í Noregi eru allir lønakarar við lóg tryggjaðir móti ósakligari uppsøgn, bæði privat og alment sett.

Vera starvsfólk uppsøgd uttan sakliga grund,  verða arbeiðsgevararnir kravdir eftir viðurlagi. Tað kostar at taka lívsgrundarlagið frá starvsfólki, um eingin haldgóð grund er fyri hesum.

Ósakliga – hvat merkir so tað?

Fyri at skera tað út í papp, so kann ein arbeiðsgevari á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í prinsippinum gott loyva sær at siga fólk úr starvi, tí viðkomandi er reyðhærdur, er lítil á vøkstri, er í skjúrtu, arbeiðsgevarin ikki dámar – ella er skallutur sum eg! 

So leingi uppsøgnin ikki ger seg beinleiðis inn á javnstøðulógina ella aðra ítøkiliga lóggávu, so hevur arbeiðsgevarin fríar ræsur. Og tað er rættuliga frítt.

Er hetta rímuligt?

Skal tað veruliga ikki meira til fyri at siga fólk úr starvið? Skal tað vera so lætt?

Hvussu Føroya Arbeiðsgevarafelag kann forsvara, at tað í einum framkomnum samfelag sum okkara skal vera loyvt at siga starvsfólki upp uttan sakliga grund, er óskiljandi. 

Her er jú á ongan hátt talan um at skerja rættin hjá fyritøkum at siga upp vegna sparingar, ringar tíðir, umleggingar, arbeiðstrot o.s.fr. Tað verður framhaldandi sakligt, hóast privati arbeiðsmarknaðurin í Føroyum fær somu reglur sum onnur. Tað er tilvildini og tí órímiliga, sum løntakarin skal vera vardur ímóti, og fyritøkur fara framhandandi at kunna umstilla seg, sum fyrr.

Í grannalondunum hevur leiðslurætturin í mong ár virkað við fyriliti fyri, at starvsfólk ikki mugu sigast upp ósakliga. Og mær vitandi hevur hettar ikki verið nakað bakkast fyri norðurlendska vinnulívið. Nei, tað snýr seg bert um at tryggja løntakarunum somu virðiligu rættindi. Somu trygd fyri, at tilvildin ikki sleppur at ráða í setanarmálum.

Mín vón er, at partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum døgum semjast um, at vit eisini í Føroyum vilja tryggja løntakarunum virðilig rættindi.

Aloftast eri eg ímóti at vit lóggeva um arbeiðsmarknaðarmál á tingi. Men fæst eingin loysn í frælsum samráðingum, so haldi eg, at vit eiga at gera sum í Noregi og Svøríki, har verjan fyri ósakligari uppsøgn er staðfest við lóg. Ongantíð ov skjótt.

Starvsmannafelagið vil við hesum vísa sín fulla stuðul til fakfeløgini, sum í løtuni sita til sáttmálasamráðingar og stríðast fyri rættindum, sum áttu at vera sjálvsøgd.

Vit fylgja gongdini!

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið