Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd

“90 minutes for hope”

EB/Streymur er limur í felagnum hjá europeiskum fótbóltsfeløgum ECA (European Club Association”. 

Hesin felagsskapur heitti á ársaðalfundinum fyrst í september á limafeløg síni um at vera við í einum hjálpartiltaki til frama fyri flóttafólk. Í áheitanini var biðið um, at feløgini lata 1 Euro (umleið 7,50 kr.) av hvørjum seldum atgongumerki til ein dyst, sum síðani umvegis ECA verður latið til ein góðkendan hjálparfelagsskap, sum síðani nýtir peningin á besta hátt at hjálpa fólki í neyð.

Í fyrsta lagi fevndi áheitanin frá ECA um at liðini, sum eru í bólkaspælinum, lata 1 Euro av hvørjum seldum atgongumerki í fyrsta heimadysti sínum í bólkaspælinum. Av tí at ikki øll feløgini, sum eru limir í ECA, eru við í bólkaspælinum, varð samstundis heitt á hini feløgini at nýta sama høvi til ein av sínum heimadystum.

Sum limur í ECA hevur EB/Streymur eisini valt at vera við í hesum hjálpartiltakinum, og tí verður 1 Eura av hvørjum seldum atgongumerki til heimadystin sunnudagin 27. September 2015 móti TB latin til hetta góðgerandi endamálið.

-Sjálvt um okkara íkast verður ein lítil upphædd í mun til tørvin, so vilja vit við hesum geva okkara íkast at hjálpa hesum fólkum, sum eru í neyð, verður sagt frá nevndini hjá EB/Streymi.