Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Á Rættari Kós - ella játtan á fíggjarlógini”

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett munnligan fyrispurning til Kaj Leo Johannesen løgmann.

Viðvíkjandi fráboðanum frá landsstýrisfólkum, sum ávirka inntøkur og útreiðslur landskassans.

Kann løgmaður upplýsa fyri løgtinginum hvørjar óvæntaðar høvuðsbroytingar, samgongan ætlar at fremja í hesum valári, sum komandi árini fáa fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið.

Hvussu stórur verður kostnaðurin, um ætlanirnar verða framdar og hvussu skulu tær fíggjast.

Fer løgmaður sum samgonguleiðari at góðtaka, at hesi uppskot verða borin løgtinginum í hesum valskeiði.

Viðmerkingar
Vanliga tróta ballónirnar ikki í einum valári.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur gjørt greitt, at tað skal verða ókeypis at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fráboðað, at tað skal verða ókeypis at ferðast við Strandfaraskipum Landsins.

Bert átta mánaðir eru eftir av hesum valskeiði og eingin ábending er higartil komin um, at landsstýrið fór at fremja umfatandi broytingar i ferðakostnaðinum her á landi, t.v.s. í bóklinginum: “Á Rættari Kós - ella játtan á fíggjarlógini”.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður