Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Earth Hour 60+”

Vit sløkkja ljósið 31. mars “Earth Hour 60+” - Sløkkið ljósið leygarkvøldið 31. mars 2012 kl. 20.30 til 21.30

Aftur í ár er Tórshavnar kommuna við í heimsumfatandi átakinum ”Earth Hour 60+”. Hendan tíman fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at vísa heimsins politikarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.

Í ár verður hesin tímin leygarkvøldið 31. mars frá kl. 20.30-21.30. Tórshavnar kommuna fer at sløkkja gøtuljósini í allari kommununi undantikið í Norðradali, Syðradali, Kaldbaksbotni og á Sundi. Tórshavnar Havn sløkkir øll ljósini á havnaøkinum í Tórshavn. Nærri kunning kemur um hetta seinni.

Hetta átakið “Earth Hour” byrjaði í Sydney, Australia, í 2007, tá 2.2 mió. fólk sløktu ljósið í ein tíma fyri at vísa umhvørvinum ans. Longu í 2008 var hetta vorðið til eitt heimsumfatandi átak, har 35 lond luttóku. Í fjør vóru 135 lond við, og í ár verður talið væntandi hægri.

Samstundis sum Tórshavnar kommuna er við í átakinum “Earth Hour”, fer kommunan at mæla øllum borgarum, virkjum og øðrum at gera tað sama, at sløkkja ljósið í hendan tíman leygarkvøldið 31. mars.